Landsstýrismaðurin: Ikki grundarlag fyri at kanna Skrásetingina

Tað er ikki grundarlag fyri at kanna Skráseting Føroya í sambandi við avgerðina at heimila Eik Grunninum at veita Eik Banka kapital.

Tað sigur Johan Dahl, landsstýrismaður í vinnumálum, í sambandi við avgerðina hjá Skrásetingini at heimila Eik Grunninum at veita Eik Banka kapital.

Johan Dahl segði í svari til til skrivaligan fyrispurning frá Edmundi Joensen, løgtingsmanni fyri Samnbandsflokkin, at hann hevur biðið Skrásetingina um frágreiðing, hvørjar ætlanir eru at skipa stovnin, so tað verður tryggjað, at grunnamyndugleikin verður nøktandi umsitin.

Skrásetingin sigur í frágreiðing til Vinnumálaráðið um avgerðina, at tíðin var knøpp, og skrásetingin metti tað vera neyðugt at geva samtykki.