Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Jacob Vestergaard, heldur fast við ætlanina um at geva trolbátum størri rásarrúm at fiska innan fyri 12 fjórðingar. Tað ger hann greitt, nú Beinta Løwe, løgtingskvinna fyri Tjóðveldi hevur spurt hann um hetta. Spurningurin kemur í kjalarvørrinum á, at Meginfelag útróðrarmanna sigur, at hetta verður endin á útróðrinum.
Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur tikið málið upp, tí Felagið Trolbátar hevur heitt á Fiskimálaráðið um at geva trolbátum rúmari ræsur at fiska innan fyri 12 fjórðingar.
Hann sigur, at fleiri partar hava gjørt vart við seg, eisini eigarar og feløg, sum umboða útróðrarbátar og hann staðfestir, at tey flestu av teimum taka ikki undir við ætlanini.
Jacob Vestergaard sigur, at hann hevur umhugsað málið, men hann hevur tikið avgerð um at halda fast við broytingarnar – men tær verða galdandi fyri í ár.
Tá ið árið er farið, verður høvið at umhugsa um broytingar skulu gerast, og hvørjar broytingarnar skulu vera, sigur landsstýrismaðurin, men hann heldur at tær broytingarnar kunnu verða gjørdar við grundarlagi í fiskiskapurin hjá útróðrarbátum og trolbátum innan fyri 12 fjórðingar í ár.