ÓLAVUR Í BEITI
Hørgni Hoydal hevur fingið tveir spurningar at svara frá Lisbeth L. Petersen, og er tann fyrri um, hví ikki allar landsstýriskunngerðir eru avgreiddar í sambandi við nýggju kirkjulógirnar? Og so vil Lisbeth L. Petersen hava at vita, hvussu langt arbeiðið er komið ?
? Tá frágreiðing landsgrannskoðarans um landsroknskapin var til viðgerðar á Løgtingi tann 11. apríl 2000, kom tað fram, at trupulleikar vóru í sambandi við nýggju kirkjulógirnar, og grannskoðarin vísti á, at nógv var ógreitt, tá talan var um Kirkjugrunnin, Kirkjukassarnar og roknskap og eftirlit í sama sambandi.
? Landsstýrismaðurin hevur gjørt kunngerð í sambandi við kirkjugrunnin, og latið tað yvir til stiftsstjórnina sjálva at taka avgerð, og harvið sloppið sær undan at gera reglur. Hetta metir grannskoðanin er skeivt, tí landsstýrismaðurin eigur ikki at ?delegera? hesa uppgávu til aðrar, sigur Lisbeth L. Petersen.
Svarar ikki
? Somu viðmerking hava teir til avgerð landsstýrismansins, tá talan er um kirkjukassarnar, hvussu fíggjarætlanir skulu setast upp og skipast, og hvussu roknskapir skulu setast upp. Fleiri dømi eru um aðrar viðkomandi spurningar, ið landsgrannskoðanin hevur sett, men landsstýrismaðurin hevur ikki svarað, verður sagt í frágreiðingini.
? Nú í mars mánaði hevur landsstýrismaðurin tó upplýst, at orka hevur ikki verið til at svara, tí arbeitt hevur verið við málinum um at yvirtaka fólkakirkjuna og at gera kunngerðir til nýggju kirkjulógirnar!
? Samstundis síggja vit í fjølmiðlunum, at Prestafelagið hevur havt fund, og har verður sagt, at enn mangla kunngerðir, og rammurnar eru ikki fyltar út, so virkast kann eftir nýggju lógunum, og har verður dømi nevnt um tørvandi heimild at brúka pening til prestaembætini, sum bíðað hevur verið eftir.
? Vit kenna søguna um tær 7 kirkjulógirnar, sum fyrra Løgtingið samtykti á sinni, men sum landsstýrismanninum ikki dámdi, og tí ikki vildi seta í verk. At enda var hesin tó so kroystur, at hann eftir áhaldandi trýsti mátti akta og harvið virða Løgtingsins samtyktir soleiðis, sum honum er álagt sambært lógini, sigur Lisbeth L. Petersen í viðmerkingunum og spyr, tí hon vil hava eitt svar.