- Tvær ferðir í ár hevur Kári P Højgaard, landsstýrismaður í innlendismálum, sparka vágafólk á skinnabeinið.
Tað heldur Eivin Jacobsen, tingmaður fyri Sambandsflokkin.
Spurningurin um, hvussu koyringin ígjøgnum undirsjóvartunlarnar.
Hann heldur nevniliga, at landsstyrismaðurin sparkar vágafólk á skinnabeinið, tá ið hann førir fram, at tað skal framvegis kosta at koyra ígjøgnum Vágatunnilin, eftir at teir eru goldnir, tí tað er so dýrt at halda teir.
Hann sigur, at eru tunlar dýrir at halda, er tað ein trupulleiki fyri seg. Men hann skal ikki loysast við at fólk skulu halda fram at gjalda fyri at brúka teir eftir teir eru goldnar.
- Ístaðin fyri at provokera okkum, eigur landsstýrismaðurin at loysa tann trupulleikan fyri seg.
- Tað kann gerast við at leggja avgjald á brennievni, ella við at hækka vegskattin, ella á onkran annan hátt.
- Tað kann ikki vera rætt, at bara tey, sum brúka undirsjóvartunlarnar, skulu rinda ein stóran part av tí, tað kostar at halda tunlarnar.
- Ístaðin fyri at provokera, eigur landsstýrismaðurin at finna eina skipan, so at allir borgarar rinda sín part, tí allir borgarar brúka tunlarnar.
- Vit hava alla tíðina fingið at vita, at tá ið tunlarnar eru goldnir, skulu teir latast landinum fyri einki og tá skulu teir viðfarast sum allir aðrir tunlar.
- Og tað fari eg at halda meg til, sigur tingmaðurin fyri Sambandsflokkin.
Hann heldur ikki, at tað bara skal kosta at koyra ígjøgnum tveir av tunlunum í landinum, samstundis sum tað er ókeypis at koyra ígjøgnum allar hinar tunlarnar.
Gerhard Lognberg skilir ikki, at nakar kann hugsa tann tanka, at tað skal vera ókeypis at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, eftir at teir eru útgoldnir, samstundis sum vit øll gjalda fyri at sigla við skipunum hjá Strandferðsluni, hóast eisini tey langt síðani eru útgoldin.
Hann tvíheldur um, at talan skal vera um eina samhaldsfasta skipa, har tað framvegis skal kosta at brúka undirsjóvartunlarnar, akkurát, sum tað kostar at sigla við Strandferðsluni.
Eivind Jacobsen sigur aftur ímóti, at tað kann aldrin vera rætt, at tað bara skal kosta at koyra ígjøgnum undirsjóvartunlarnar, samstundis sum allir hinir tunlarnir eru ókeypis.
Hann heldur, at einasti møguleikin at gera eina samhaldsfasta skipan er, at undirsjóvartunlarnir verða ókeypis sum aðrir tunlar og at øll í samfelagnum rinda sín lítla part av tí, tað kostar at halda teir.