Rættiligt stríð hevur verið millum løgmann og varaløgmann um skrivstovur í Tinganesi. Høgni Hoydal hevur tvær ferðir havt lásasmið at lirkað hurð upp á Løgmansskrivstovuni
Sosialurin skrivar, at hart stríð hevur verið millum Høgna Hoydal og Jóannes Eidesgaard. Málið snýr seg um, at Høgni Hoydal hevur havt ein lásasmið at lirkað eina hurð upp á eini skrivstovu, sum Løgmansskrivstovan brúkar, men sum Høgni Hoydal vil hava til Uttanríkisráðið.
Portalurin skilir, at stríðið rættiliga kom til skarpskeringar, sum mundi endað við samgongusliti, um Høgni Hoydal ikki gjørdi eftir boðum frá løgmanni og ruddaði skrivstovuna aftur.
Portalurin skilir eisini, at skrivstovan skal hýsa Peturi Petersen, sum herfyri varð fluttur úr starvi sum aðalstjóri í Mentamálaráðnum til eitt ráðgevastarv á Løgmansstovuni.