Landsstýrismaður krevur at skattalættin verður broyttur

? Fráboðaði skattalættin hjá samgonguni er ein háðan ímóti fakfeløgunum og tí skal hann broytast, sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður

Skattalættin

? Skattalættin hjá samgonguni skal broytast.
Tað sigur Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður fyri javnaðarflokkin.
Sostatt má staðfestast, at samgongan helt ikki meir enn eina lítla viku, áðrenn hon fekk sín fyrsta innanhýsis trupulleika at dragast við.
Skattalættin, sum samgongan hevur fráboðað, hevur verið fyri øgiligum atfinninginum frá fakfeløgunum. Tað kemst av, at eftir ætlanini, verða tað tær høgu inntøkurnar, sum fáa tann størsta skattalættan, samstundis sum láginntøkurnar fáa lítið og onki í skattalætta.
Men nú eru tað ikki bara fakfelagsfólk, sum krossfesta skattalættan, tí nú eru tað eisini limir í sjálvari samgonguni, sum tala at.

Góðtekur ikki útspælið
Hans Pauli Strøm, landsstýrismaður í almanna- og heilsumálum, sigur, at hann kann ikki góðtaka, at skattalættin hjá samgonguni verður latin, soleiðis, sum hann er fráboðaður.
Hann sigur, at tískil skal skattalættin broytast, so at hann lág- og miðalinntøkurnar fáa størri gagn av honum.
Hann sigur, at hann var ikki við til sjálvar samráðingarnar til samgonguna.
? Men tað var ein greið avtala ímillum flokkarnar, at skattalættin skuldi koma lág- og miðalinntøkunum til góðar.
? Tí er fýlist hann á, at skattalættin er fráboðaður soleiðis, sum hann er, og hann skilir fullvæl tað stóru ónøgdina hjá fakfeløgunum.
Kortini vísir hann á, at talan er enn bara um eitt uppskot hjá samgonguni.
Fyrsti parturin av skattalættanum verður ikki settur í verk, fyrrenn 1. januar, so samgongan hevur hampiliga góða tíð til at viðgera hann nærri, áðrenn eitt endaligt uppskot skal leggjast fyri løgtingið.
? Og eg ivist ikki í, at tá ið samgongan hevur viðgjørt skattalættan í smálutir, verður úrslitið eisini tað, at tey fáa skattalættan, sum hava mest tørv á honum.
? Tað, sum samgongan hevur fráboðað, er ein vánalig byrjan uppá skattapolitikkin, leggur hann afturat.
Landsstýrismaðurin heldur, at tað er ógvuliga umráðandi, at fakfeløgini vilja taka undir skattalættanum hjá samgonguni.
? Tað er neyðugt fyri at samstarv við feløgini við onnur viðurskifti eisini.
Og skulu vit hava samstarv við fakfeløgini, nyttar ikki at leggja til brots við einum skattalætta, sum er ein háðan ímóti teimum, sigur Hans Pauli Strøm.