Landsstýrismaður hóttir fólkaræðið

Tað er eitt álvarsligt álop á fólkaræðið, sigur felagið Føroysk Miðlafólk, sum krevur, at Johan Dahl tekur orðini aftur um, at lógin um alment innlit skal skerjast. Løgmaður skuldi eisini sett fram sama krav, sigur felagið

Tað var í Útvarpssendingini Radarin, at Johan Dahl mælti orðini, sum eru fallin felagnum Føroysk Miðlafólk fyri bróstið.
- Tað er als ikki í lagi, at ein landsstýrismaður ikki kann samskifta við næsta mann sín um intern mál, uttan at tað skal verða fevnt av lógini um alment innlit. Tað ger, at landsstýrismaðurin hevur ongan verðsins kjans at viðgera eitt mál upp á ein skilagóðan máta, tí tú ert bangin fyri, at tað, sum tú sigur ella ger, skal enda á borðinum hjá Liljan Weihe ella onkrum øðrum, har sum tað ikki eigur at vera, fyrr enn málið er liðugt viðgjørt, segði Johan Dahl millum annað.
Hetta hevur fingið felagið Føroysk Miðlafólk at rópa varskó.
- Opinleiki og gjøgnumskygni eru tveir av hornasteinunum í fólkaræðinum. Og at avmarka opinleika og gjøgnumskygni, er at avmarka talu- og skrivifrælsi, gjørdi Øssur Winthereig, nevndarlimur í felagnum, greitt í tíðindunum á Rás2 hósdagin.
Saman við Ingrid Bjarnastein, forkvinnu í Føroysk Miðlafólk, hevur hann sent út skriv, sum finst hvassliga at útsagnunum hjá Johan Dahl.
- At siga, at almenna fyrisitingin brúkar ov nógvar resursir til at svara innlitisumbønum, er eitt so álvarsligt álop á fólkaræðið, at løgmaður í stundini eigur at krevja, at landsstýrismaðurin tekur orðini í seg aftur og staðfestir, at landsstýrið ongar slíkar ætlanir hevur, stendur millum annað at lesa í skrivinum.