Landsstýrismaður gjørdi undirhondsavtalu um LÍV

Hálvan juni í fjør gav landsstýrismaðurin í vinnumálum fakfelagsbólkinum skrivliga tilsøgn um, at tey skuldu sleppa at keypa helvtina av LÍV. Um neyðugt, so skuldi Ognarfelagið LÍV haldast uttanfyri, lovaði Johan Dahl

Tað vísa skjøl, sum Sosialurin hevur fingið fatur á.

Tilsøgnin varð givin, tá tað eftir øllum at døma kólnaði millum Ognarfelagið LÍV og fakfelagsbólkin, ið skuldi keypa helvtina av LÍV, eftir at BankNordik í mars í fjør trekti sítt tilboð aftur.

Hálvan juni í fjør ger Johan Dahl fakfelagsbólkinum greitt, at hann ætlar at selja teimum helvtina av LÍV, um ein nøktandi avtala annars fæst í lag. Fyri at undirstrika týdningin av sínum boðskapi skrivar Johan Dahl víðari, at ”fæst ikki semja millum fakfelagsbólkin og Ognarfelagið, kann eg selja til fakfelagsbólkin, uttan samstundis at lata hini 50 prosentini til Ognarfelagið.”

Landsstýrismaðurin í vinnumálum fer enntá eitt stig víðari og útgreinar sína ætlan. Johan Dahl skrivar víðari, at ”íkemur tann støðan, ætli eg at gera partaeigaraavtalu við fakfelagsbólkin. Ognarfelagið hevur so møguleika eftirfylgjandi at yvirtaka sín part av partapeninginum og innganga í partaeigaraavtaluna, sum er gjørd millum fakfelagsbólkin og VMR, og kann møguliga við samráðingum við fakfelagsbólkin gera broytingar í partaeigaraavtaluni.”

Í løgtingslóg nr. 59 frá 2006 stendur, at helvtin av partabrøvunum í Føroya Lívstrygging skal avhendast Ognarfelagnum LÍV, og hin helvtin av partabrøvunum skal seljast.

Løgtingssamtyktin leggur greitt upp til, at tað er ein fortreyt, at báðir aktørar kunnu arbeiða saman. Tí skal landsstýrið ikki avhenda síni partabrøv í LÍV fyrr enn ein skilagóð partaeigaraavtala er gjørd millum teir báðar partar, sum yvirtaka hvør sína helvt.

Ein komandi søla og avhending av partabrøvunum í LÍV skal rótfestast í fíggjarlógini, og síðstu árini hevur landsstýrið tí á hvørjum ári havt LÍV standandi undir grein-56 í fíggjarlógini, sum eru serinntøkur.

Í fíggjarlógini fyri 2013 stendur millum annað, at ” Í góðari samvinnu við Ognarfelagið Lív er nágreiniligur koyriplanur lagdur, ið skal tryggja, at Ognarfelagið Lív fær sína helvt av partapeninginum í P/F Føroya Lívstrygging, samstundis sum hin helvtin verður endaliga avhendað keypara.”

Men tann "góða samvinnan" var also ikki betri enn sum so, at landsstýrismaðurin í vinnumálum hálvan juni í fjør gav einum potentiellum keypara, fakfelagsbólkinum, tilsøgn um at keypa helvtina av LÍV - um neyðugt uttan um Ognarfelagið LÍV.

Les alla søguna í Sosialinum, sum kom á gøtuna í dag.