Av fimm føroyingum gjørdust fýra sjúkir eftir at hava etið døgurða aftaná, at kjølurin var strektur. Ein av teimum, sum bleiv rættiliga illa fyri, var landsstýrismaðurin Bjarni Djurholm.
? Eg havi ikki verið so sjúkur í lívinum, sigur Bjarni Djurholm, landsstýrismaður í vinnu og samferðslumálum, tá Sosialurin fær fatur á honum hansara fyrsta arbeiðsdag, síðani hann kom heimaftur hósdagin.
Hann greiðir frá, at tá alt við kjølinum á nýggja suðuroyarskipinum var liðugt og teir fundir, sum skuldi verða, høvdu verið, fóru fólk út at eta. Tað var ein púra vanligur døgurði, har onkur bílegði sær fisk, meðan onnur heldur vildu eta kjøt. Sjálvur át landsstýrismaðurin kjøt. Forrætturin var skeljadjór, og omaná fingu tey okkurt slag av køku, og tað er møguliga har, tey hava fingið eitranina frá, heldur Bjarni Djurholm, men hann veit tað ikki fyri vissu. Hann kennir ikki smálutirnar í sambandi við hetta, men hann veit, at Strandferðslan fer at ella hevur gjørt vart við, at fólk gjørdust sjúk av matinum hetta kvøldið.
? Tað vóru møguliga rá egg í køkunum, sum tey fingu omaná, sigur hann. Í øllum førum gjørdust øll sjúk, sum høvdu etið av teimum.
Um náttina vaknaði hann og var heilt illa fyri. Magin var púra oyðilagdur, og hann hevði fepur. Tá hann fór heim við flúgvaranum dagin eftir var støðan framvegis líka ring. Hann hevði yvir 39 í fepuri og var illa fyri. Tað var alt annað enn stuttligt hjá honum at noyðast at sita í flúgvara og vera so sjúkur. Heimkomin, fór hann beint í songina at liggja og varð liggjandi í fleiri dagar. Týsdagin var støðan so mikið batna, at hann kundi fara aftur til arbeiðis ? nærum eina viku eftir døgurðan.
Strandferðslan ger vart við, at fólk gjørdust sjúk eftir døgurðan, og hvat síðani hendir, veit Bjarni Djurholm ikki at siga. Hann veit tó, at tað ikki bert vóru føroyingarnir, sum gjørdust sjúkir.
? Nøkur frá skipasmiðjuni hava eisini ligið hesa vikuna, sigur hann.
Tað var bert tann eini føroyingur, sum slapp við skrekkinum og ikki bleiv sjúkur.









