Landsstýrismaðurin við mentamálum, Jógvan á Lakjuni, er rættiliga tigandi um stríðið á Fornminnissavninum. Hann vil onga viðmerking gera uttan hana, at hann hevur lurtað eftir pørtunum og veit ikki enn, hvussu málið skal loysast. Allir partar hava meira ella inni fingið munnkurv, og eingin vil gera nakrar serligar viðmerkingar.
Jógvan á Lakjuni sigur, at hann miðar eftir at koma við einum útspæli í vikuni. Hvat hann hugsar um, er líka loyndarfult, sum alt annað, sum landsstýrismaðurin hevur i kvittnaum í hesum málinum.
?Onga viðmerking, er standardsvarið, tá komið verður ov nær við spurningum.
Ætlanir landsstýrismansins eru líka ókendar, sum fornleivdir, ið liggja fjaldar undir mold og bíða eftir, at onkur fornfrøðingur byrjar at grava.
Hann ásannar kortini, at hann verður noyddur at gera okkurt munagott fyri at fáa enda á hesum stíðnum, sum hann kallar eitt trupult mál, tí eingin kann liva við støðuni, sum hon er.
Spurdur um hann nú er kroystur at taka eina støðu av starvsfólkunum á Fornminnissavninum, sum sambært Útvarpinum skulu hava tosað við stórum stavum á fundi við landsstýrismannin mánadagin, sigur Jógvan á Lakjuni bert, at teir stavirnir vóru nokk ikki so stórir kortini.
Til tíðindini um, at Arne Thorsteinsson, fyrrverandi landsantikvarur, skal hava fingið at vita, at hann kann koma aftur til arbeiðis, sigur Jógvan á Lakjuni, landsstýrismaður, at tað hevur einki við teir fundir, hann hevur verið á, at gera. Tað varð avgreitt á fundi millum Arna Thorsteinsson og Steffen Stumman Hansen, landdsantikvar.
Arne Thorsteinsson váttar, at hann í brævi mánadagin fekk at vita, at burturvísingin, sum hann fekk við brævi í seinastu viku, er afturtikin. Hann var á fundi við landsantikvarin mánadagin og eisini til arbeiðis aftur á Fronminnissavninum sama dag. Týsdagin skuldi hann so aftur til arbeiðis sum vanligt, segði hann við Sosialin mánakvøldið.
Heldur ikki hann vildi bróta áløgdu tøgnina, sum partarnir í málinum eru samdir um.
Steffen Stumman Hansen, landsantikvarur, var sera stuttur í síni viðmerking, tá orð fekst á hann týsmorgunin:
»Der er absolut ingen kommentar.«









