Landsstýrismálanevndin hevur eingi stig tikið til at leggja upp í málið um skúlatrætuna á Trøllanesi.
Mentamálastýrið er komið illa fyri, tí stýrið hevði onga heimild fyri tí avgerð, sum varð tikin um skúlan á Trøllanesi, og seinni er eitt týðandi skjal í málinum ikki útflyggjað fjølmiðlunum, sum bóðu um innlit.
Edmund Joensen, formaður í Landsstýrismálanevndini, sigur, at nevndin fylgir málinum, men enn ikki hevur tosað um at fara at kanna gongdina í málinum.
? Løgmaður hevur sum sín fremstu uppgávu at syrgja fyri, at landsstýrismenninir sita fyri sínum málsøkjum á fullgóðan og lógligan hátt, og tí rokna vit við, at hann fær skil á málinum, sigur Edmund Joensen.
Hann leggur tó dent á, at um løgmaður ikki syrgir fyri, at landsstýrismenn arbeiða lógliga, so er landsstýrismálanevndin til reiðar at kann eitthvørt mál av hesum slagnum.










