Landsstýrislønir á landsstýrisborð

Málið um samsýning lands­stýr­is­manna kemur á lands­stýr­is­fund fyrsta dagin.

Fyri trimum mánaðum síð­­ani fekk løgmaður hand­að á­lit frá ein­ari nevnd, sum hevði skriv­að frágreiðing og gjørt til­mæli til broytingar í sam­­sýn­­in­g­­ini hjá løgmanni og lands­­stýr­is­monnum.
Síðani løgmaður fekk á­lit­ið, hev­ur Løg­mans­skriv­stov­an samskift við nevnd­ina um eina hóskandi skift­is­tíð, og hvussu hon skal skip­ast. Hetta er gjørt fyri at upp­lýsa málið so væl sum gjørligt, áðrenn tað verð­­ur lagt fyri landsstýrið, sig­­ur løg­mans­stjórin, Marj­un Han­usardóttir. Hon legg­ur dent á, at Løg­mans­skriv­stov­an tek­ur støði í á­liti­num hjá nevnd­ini.
– Løgmaður fer at leggja mál­­ið fyri landsstýrisfund fyrsta dagin. Síðani er ætl­an­in at gera eitt lóg­ar­upp­skot um samsýning lands­stýr­­is­manna, ið væntandi kann leggj­ast fyri Løgtingið í næstu tingsetu, sigur løg­mans­stjór­in.
Nevndi­n, sum skrivaði á­­lit­ið um sam­sýn­ing lands­stýr­­is­­manna, mælti til fleiri broyt­­ing­ar. Millum ann­að skal sjálv lønin broyt­ast, og tað umstrídda kostn­að­a­r­­end­ur­gjaldið, sum lands­stýr­is­menn fáa, og sum er á­sett eft­­ir, hvar í landinum teir búgva, skal strikast.
Sum er fáa seks lands­stýr­is­menn kostn­að­ar­end­ur­gjald. Johan Dahl, Kar­sten Hansen, Bjørn Kalsø og Jac­ob Vestergaard fáa fult endurgjald, meðan Jørg­­en Niclasen og Kári P. Høj­gaard fáa minni. Kaj Leo Jo­hann­e­sen og Annika Ol­­sen fáa einki, tí tey búgva í høv­uðs­stað­num. Teir fýra fyrst nevndu fáa í løt­uni 13.642 krón­ur um mán­að­in, Jørgen Nicl­a­sen fær 11.863 krónur, og Kári P. Høj­gaard fær 8.304 krón­ur um mán­að­in.
Tann 1. november í ár hækk­ar kostn­að­ar­end­ur­gjald­­ið umleið 0,9 prosent. Gjald­ið hækkaði seinast í mai í 2011.