Landsstýrislønir á breddan í morgin

Er lønin hjá politikarunum nóg høg? Skal løgmaður hava hægri løn enn løg­mans­stjór­in, og er ferða­end­ur­gjald­ið hjá lands­stýr­is­fólk­u­num ov høgt?

Millum annað hesir spurn­ing­arnir verða svar­aðir, tá ið nevndin, sum løg­mað­ur setti at skriva álit um sam­sýn­ing og eft­ir­løn lands­s­týr­i­smanna í morg­in klokkan 9 fer at al­mann­a­kunn­gera álitið á framløgu á løg­mans­skriv­stov­uni.
Sosialurin hevur fleiri ferðir reist spurningin, um tað er rímuligt, at politikarar fáa upp í 13-14.000 krónur um mánaðin skattafrítt at ferðast fyri, tá onnur fólk hava heilt aðrar treytir.
Hvørja ferð kjakið kemur upp, so lova politikarar at kanna málið.
Súsanna Danielsen, stjóri á løg­tings­skriv­stov­uni, gjørdi í morg­in hesa við­merk­ing und­ir gr­ein­ini um málið á Portalinum:
»Hetta man vera 4. á­lit­ið, sum verður hand­að løg­manni hesum við­víkj­andi. Guð viti, um hetta fer at føra nakra broyting við sær.«
Okkurt bendir so­leið­is á, at tey á Løg­tings­skriv­stov­uni ikki trúgva serliga nógv upp á slík álit.
Men løgmaður hevur lov­að at gera nakað við mál­ið. Hann hevur sagt við Miðla­húsið, at hann heldur, at ferð­a­endurgjaldið skal lækka, at lønin ikki er ov høg, og at landsstýrisfólk áttu at fingið ráðharrabilar.
Í morgin síggja vit, hvussu leikur fer.