Hergeir Nielsen, løgtingsformaður, hóvar serstakliga lítið prátið um, at landsstýriskvinnur fara at leggja frá sær fyri at sleppa aftur í Løgtingi við tí endamáli at forða fyri, at Føroyar aftur verða býttar sundur í sjey valdømi. Hetta samtykti Løgtingið annars rættiliga óvæntað. Men tað reið um snarið, tí 17 atkvøður vóru fyri og 16 ímóti.
Hetta eru kvinnuligu politikarar í Løgtingi og landsstýrið ógvuliga misnøgdar um, tí tær meta at hetta er eitt stórt afturstig fyri javnstøðuna.
Tað enntá ljóðað, at landsstýriskvinnurnar eru so ónøgdar, at tær hava umhugsað at siga landsstýrissessin frá sær so at tær sleppa í Løgtingið at tryggja at Føroyar framhaldandi eisini verða eitt valdømi.
Hendir tað, verða varamenn, sum atkvøddu fyri sjey valdømum, noyddir at fara úr tinginum, eitt nú Bjarni Djurholm og Marjus Dam.
Løgtingsformaðurin ásannar, at eftir lógini er ongin forðing fyri, at landsstýrisfólk fara frá og taka sæti á tingi.
Men hann heldur, at hendir hetta, er tað eitt dygt skot fyri bógvin á politisku skipanini.
- Hendir tað, fer tað at máa støðið undan okkara skipan, tí hetta fer at gera tað ómøguligt hjá varatinglimum at útinna sítt politiska arbeiði.
- Eg vænti ikki, at varatinglimir fara at føla tað, sum nakað meiningsfult arbeiði at verða á Løgtingi, vissi teir vita, at teir kunnu verða sendir til hús, tá ið onkur avgerð skal takast, sum ikki hóvar einum landsstýrisfólki.
Hergeir Nielsen heldur, at tað ber heldur ikki til, at landsstýrisfólk skalta og valta við skipanini og verða løgtingsfólk og landsstýrisfólk hvørt um annað, tá ið tað passar teimum, alt eftir hvørji mál eru á skránni
Politiskt fer hetta eisini uttan iva at skapa rumbul og tað er ongin trygd fyri, at hesar somu landsstýriskvinnur sleppa aftur í landsstýrið.
Tað kunnu, eitt nú, tinglimir í samgonguni, sum eru fyri sjey valdømum, forða fyri.










