Landsstýriskvinnan setti mentanardagarnar

Nakað av fólki var komið saman í góðveðrinum seinnapartin í gjár, tá Rigmor Dam, landsstýriskvinna í mentamálum, setti mentanardagarnar í Fuglafirði.

 

Mentanardagarnir byrjaðu í gjárkvøldið og vara til sunnudagin. Evnið í mentanardøgunum í ár er hugtakið Spor.

- Vit leita aftur til tey, sum gingu undan okkum. Hvørji vóru tey? Hvussu livdu tey? Og hvør var teirra søga? Søgur er júst tað, sum mentanardagar snúgva seg um. Ymiskar søgur. Søgur um tað unika, sum rørist millum fjøll og fjøru. Søgur sagdar við penslum, litum og leikum á framsýningum, og søgur sagdar við pennum og tónum. Søgur um fólk og sál, um fólk sum savnast um okkara uniku mentan og seta spor til komandi ættarlið at grein, sigur Rønn Eliasen, mentanarleiðari í Fuglafjarðar kommunu.

 

Her eru nakrar myndir frá setanini.