Helena Dam á Neystabø er samd við Oluf Jørgensen, at Kringvarpið má fylgja lógini, og tað er eisini tað, hon hevur roynt at gera vart við. At stýrið er ósamt, er nakað, ið skal loysast á einum fundi við Kringvarpsstýrið.
Hon greiðir somuleiðis frá, at mentmálaráðið arbeiðir við einum Kringvarpsskatti, sum skal broyta gjaldið fyri Kringvarpið, soleiðis, at tað verður ein progressivur skattur. Hesin kann sambært Helenu Dam á Neystabø verða klárur í hesum árinum.
- Tað er bestemt ikki ætlanin hjá mær at oyðleggja nakað fyri Kringvarpið. Vit eru komin í eina fløkta støðu, sum harðligur retorikkur bara hevur gjørt verri, og nú er tað vorðin mín ivasami lutur at loysa hesa støðu, sigur Helena Dam á Neystabø.
Lýsingar
Hon leggur afturat, at viðvíkjandi lýsingunum er hon samd við blaðútgevarafelagnum, sum millum annað í skrivið sigur, at havandi í huga, at Kringvarp Føroya bæði krevur hyggjara- og lurtaragjald, umframt at stovnurin hevur loyvið til spæl, má ásannast, at torført er at kappast við hendan stovn um lýsingarnar.
Tí heldur blaðútgevarafelagið, at tað er sera óheppið fyri privatu miðlarnar, at tað almenna kringvarpið er byrjað at gera stór inntriv í lýsingarmarknaðin.
Hóast Helena Dam á Neystabø er samd við blaðútgevarafelagnum, so dugir hon ikki at síggja, hvussu Kringvarpið skal niðurlaga lýsingarnar í løtuni, tí Kringvarpið fær ikki nóg mikið av peningi.
Loysnir
Landstýriskvinnan sigur, at hetta er eitt stórt og fløkt mál, sum ikki kann loysast frá degi til annan, og tí ætlar hon at nýta ta tíð og ta orku, sum er neyðug, fyri at fáa eina loysn, sum hevur við sær, at miðlarnir kunnu yvirliva, og at ein passalig javnvág verður á økinum. Ein møguleika til hetta heldur Helena Dam á Neystabø vera, at tá farið verður í gongd við public service sáttmálan, kann ein loysn finnast fyri øll hesi viðurskifti.
Helena Dam á Neystabø er blivin kritiserað fyri ikki at hava funnið nóg mikið av peningi fram til Kringvarpið, og hesum kritikki tekur hon undir við.
- Tað ber til at kritisera meg fyri nógv økir, sum ikki hava fingið nóg mikið av peningi. Tað er bara soleiðis, at vit mugu liva við fíggjarkreppuni sum er, og so finna frægastu loysnirnar útfrá tí, sigur landsstýriskvinnan í mentamálum.









