Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, landsstýriskvinna í almannamálum, hevur nú valt limir í nýggju tvingsilsnevndina, sum skal góðkenna tilmæli og viðgera kærur, nú tvingsilslógin kemur í gildi á nýggjárinum.
Formaður í nevndini er Eli Thorsteinsson, advokatur. Varalimur hansara er Súsanna Nordendal, løgfrøðingur. Afturat teimum eru valdir fleiri serkønir nevndarlimir, ið umboða fakøkini sjúkrarøkt, heilsurøkt, sálarfrøði, námsfrøði og sálarsjúkufrøði, sigur Almannamálaráðið í dag.
Tvingsilslógin, ið varð samtykt í mei í ár, hevur til endamáls at skipa viðurskiftini kring nýtslu av tvingsli.
Í viðmerkingunum til uppskotið stóð, at orsøkin til lógaruppskotið var, at heimildargrundarlagið fyri at nýta tvingsil í fleiri førum vantaði, meðan tað í ørðum førum var ivasamt. Lógaruppskotið skuldi tí greitt áseta, hvørji inntriv eru loyvd, og undir hvørjum umstøðum tey kunnu setast í verk.
Nevndin er vald fyri tíðarskeiðið 1. januar 2021 til og við 31. desember 2024.