- Her og nú fái eg einki gjørt við støðuna á Landssjúkrahúsinum, sigur Rósa Samuelsen. Frísk fólk taka pláss frá sjúkum fólki, tí røktarheimspláss mangla í stórum tali Frísk fólk, sum skuldu verið á røktarheimi, liggja á Landssjúkrahúsinum og taka pláss frá sjúkum fólki, sum afturfyri fáa sínar viðgerðir útsettar.
Ótolandi støðan hevur fingið leiðandi sjúkrarøktarfrøðingin á Medisinska deplinum á Landssjúkrahúsinum at siga seg úr starvi.
- Tað ber ikki til, at eitt sjúkrahús blívur við at vera eitt røktarheim, og tað ber ikki til, at frísk fólk liggja ímillum sjúk, sigur Ása Poulsen.
Leiðarin fyri Heimatænastua hjá Nærverkinum sigur, at pláss er ikki fyri fleiri fólkum á røktarheimi, og tí kunnu tey einki gera við støðuna.
Og landsstýriskvinnan, sum varðar av røktarheimsplássunum, fær heldur ikki gjørt nakað.
- Her og nú fái eg einki gjørt fyri at hjálpa teimum fólkunum á Landssjúkrahúsinum, sum hava brúk fyri røktarheimsplássi, tí eingi pláss eru tøk, sigur Rósa Samuelsen við Rás2.
- Landsstýrið arbeiðir við trimum ítøkiligum ætlanum fyri økið, men eg kann einki gera beint nú.
- Støðan á Landssjúkrahúsinum er ikki nøktandi, men vit hava ikki nakra fyribils loysn tøka. Eg má arbeiða við málinum og vita, hvat eg kann gera, sigur Rósa Samuelsen.