Helena Dam á Neystabø ætlar at seta seg væl inn í málið um tíðindadeildina í Kringvarpinum, áðrenn hon ger nakra niðurstøðu um, hvørt samanleggingin er í stríð við lógina Fleiri av løgtingsfólk, sum vóru við til at gera kringvarpslógina, siga, at tað er í stríð við lógina, at Kringvarpið hevur lagt tíðindadeildirnar í Útvarpinum og Sjónvarpinum saman í eina deild við einum tíðindaleiðara.
Helena Dam á Neytabø, landsstýriskvinna við mentamálum, hevur fingið tveir munnligar fyrispurningar frá tingfólki um, hvat hon ætlar sær at gera fyri at tryggja, at kringvarpslógin verður hildin.
Við Sjónvarpið segði Helena Dam á Neystabø í kvøld, at hon tekur málið í álvara og ætlar at seta seg væl inn í tað, áðrenn hon ger nakra niðurstøðu. Hon ætlar at tosa við allar partar, sum eru við í málinum, áðrenn hon tekur støðu.










