Landsstýriskvinnan í mentamálum fer við ítróttafólkunum til Isle of Wight. Tað boðar Mentamálaráðið frá í tíðindaskrivi.
Í skrivinum verður víst á, at almennu myndugleikarnir í Føroyum hava í skrivi til oyggjaleikanevndina hin 8. mars 2011 boðað frá, at Føroyar ynskja at gerast vertur fyri Oyggjaleikunum í 2021.
Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, hevur í hesum sambandi tikið avgerð um at fara við ferðalagnum til Oyggjaleikirnar á Isle of Wight, sum eru í døgunum 25. juni til 2. juli. Landsstýriskvinnan, ið eisini varðar av ítrótti, heldur hetta vera eitt frálíkt høvi at arbeiða fyri at fáa leikirnar til Føroya.
- Fundur er avtalaður við umboð fyri Altjóða Oyggjaleikanevndina (IIGA), har møguligir leikir í Føroyum verða umrøddir. Eisini er fundur avtalaður við Gary Jakeman, formann í Oyggjaleikanevndini á Isle of Man, har eitt nú verður tosað um, hvussu leikir verða fyrireikaðir. Landsstýriskvinnan hevur eisini ætlanir um at fara á aðalfund hjá IIGA sum eygleiðari.
Í tíðindaskrivinum verður sagt, at ÍSF áður hevur gjørt vart við, at um Føroyar skulu standa seg í kappingini at gerast vertur fyri leikunum, er tað umráðandi, at ítróttagreinirnar golf og skjóting fáa betri umstøður í Føroyum.
- Tí er ætlanin at fara á fund við umboð fyri Freshwater Golfclub, har viðkomandi spurningar um eitt nú rakstur og viðlíkahald kunnu setast. Eisini verður farið á fund við byrsuskjótifelagið á staðnum.
Helena Dam á Neystabø sigur seg annars fegnast um, at Føroyar aftur í ár møta so mannsterkar til Oyggjaleikirnar.
- Eg vóni, at ítróttaupplivingarnar verða nógvar og minniligar, og at fundirnir um framtíðar Oyggjaleikir verða gevandi. Eg vóni, at tað fer at bera til at skipa fyri Oyggjaleikunum í Føroyum í 2019 ella í 2021, sigur landsstýriskvinnan í tíðindaskrivinum, sum Mentamálaráðið hevur sent miðlunum í morgun.