Landsstýrisfólk finnast í kvøld

Jóannes Eidesgaard, formaður javnaðarfloksins, staðfestir, at tað verður í kvøld ella tíðliga í morgin, at løgmaður fær at vita, hvønn javnaðarflokkurin vil hava til heilsumálaráðharra

Tað hevur verið gitt dúgliga, hvør verður landsstýrisfólk við heilsumálum. Bæði Dimmalætting og Sosialurin gittu í gjár, at tað verður antin Aksel Johannesen ella Eyðgunn Samuelsen. Harumframt var Katrin Dahl Jakobsen nevnd sum eitt gott boð í Sosialinum.

Aksel Johannesen sigur í morgun, at hann ikki væntar, at tað verður hann sjálvur. Og Eyðgunn Samuelsen vil ikki siga nakað sum helst.

Jóannes Eidesgaard, formaður Javnaðarfloksins, vil ikki siga nakað í morgun.

- Tit gittu í gjár, og tað kunnu tit bara halda fram at gera, sigur Jóannes Eidesgaard.

Hann greiðir tó frá, at klokkan 16 í dag fer Javnaðarflokkurin á fund um málið, eftir at tey vóru komin rættiliga langt í gjár.

- Tað eru enn nøkur ting, ið skulu fáast upp á pláss, men tað verður seint í kvøld, ella tíðliga í morgin, at eg fari at boða løgmanni frá, hvønn flokkurin peikar á, staðfestir hann.



Formaðurin sigur onki

Jóannes Eidesgaard er annars púra kúrrur í morgun.

Er nakað hald í gitingunum hjá bløðunum í gjár?

- Tit halda bara fram at gita.

Dimma hevði ein topp 10 lista yvir, sum hevði tey 10 við mest atkvøðum. Verður hesin nýttur?

- Tað sigi eg onki um.

Kanst tú siga, um tað verður ein í tingmanningini ella onkur annar?

- Nei.

Kanst tú so siga, hvat kyn tað verður?

- Nei. Tað kann eg heldur ikki, staðfestir Jóannes Eidesgaard.

Hetta vil tí siga, at tað ikki verður fyrr enn seint í kvøld ella tíðliga í morgin, at nýtt landsstýrisfólk verður valt, sum Kaj Leo Johannesen, løgmaður, síðan setir í starv. Viðkomandi, ið verður valdur sleppur í øllum førum í ein heitan sess at umsita nógvan pening.