Steinbjørn B. Jacobsen
Sjálvandi eru ikki øll fult nøgd í teimum trimum flokkunum, og eg loyvi mær at nevna Miðflokkin eisini, men soleiðis er demokratiið.
Tað versta, sum kundi hent, var, at landsstýrið legði frá sær.
Hvussu fólk fara at velja, veit eg ikki, men ein meiriluti av fólkinum hevur reist seg fyri at fara til verka, og órógv er komin á nógv onnur, tí tey skilja, at tíðin er farin frá amti og heimastýri. Javnaðarflokkurin og danska stjórnin hava boða frá sínum uppskotum, sum er so nær núverandi støðu, at hesi uppskot gera hvørki frá ella til. Um tú spyr onkran, sum er ímóti landsstýris uppskotinum, hvussu okkara skipan so skal vera, kemur einki ítøkiligt. Álop kanska á landsstýrisfólk og flokkar. Onkur spyr treiskur um eg ikki havi tað gott? Vit kunnu bara hava alt sum tað er. Hvat feilar?
Men tað er júst tað, vit ikki kunnu, um vit vilja tað ella ei. Tíðin stendur ikki í stað.
Heimurin broytist við rúkandi ferð. Okkara viðurskifti við umheimin og Danmark broytist dag frá degi, bara fyri at nevna eitt umráði.
Einaferð vóru tað pengarnir úr Danmark, sum bundu okkum á hond og fót, stóra sleggja í øllum kjakum, men nú eru allir frøðingarnir samdir um, at vit fyri alt í verðini mugu gera okkum leysar av teimum.
Haraftrat hava vit týðuliga og greitt fingið at vita úr Danmark, at blokkstuðulin ráða danir fyri, og kunnu gera við hann, sum teir vilja. Finna vit olju, ella finna danskir frøðingar, at vit eru ríkari enn ein danskur landslutur, minka teir blokkin.
Okkara búskaparfrøðingar vísa nú á, at ein hugburðsbroyting er farin fram serliga í vinnuni, tað framgongd, sum hevur verið, kann ikki skiljast annarleiðis. Fiskaprísirnir og fiskamongdin gevur teimum ikki alt svarið.
Hví skulu vit støðga hesu menning? Tað er fyri mær, sum at nógv fólk eru vaknaði, vilja royna egna megi og mátt. Hesi fólk skilja til fulnar, at einasta sanna og berandi ríkidømi er tað, tey sjálvi skapa.
Hví skulu vit hava demokrati við upp? Tað burturforklárast ikki, at vit bert hava havt eitt beinskert demokrati. Í tíð og úrtíð tosar ein flokkur um demokrati. Komið altíð at hugsa um, »at tjóður heldur, at hvør maður stjelur«. Innast inni mugu teir kenna ta sonnu støðuna á sær.
Einki annað landsstýri hevur fingið so nógv frá hondini og tað á so nógvum økjum sum hetta. Mótstøðan hevur verið stór bæði úr Danmark og Føroyum, men landsstýri og miðflokkurin hevur ligið á takinum.
Hví snarar og vríggjar andstøðan saman við donskum politikarum sannleikan, um at valið er eitt fullveldisval. Tað er jú ikki satt. Føroyingar skulu velja aftur í 2012. Tað verður eitt reint fullveldisval, men eg vænti, at tað verður eitt fólkakrav longu um fimm ár, at fáa eitt fullveldisval.
Vil tað so siga, at teir halda at siga vit ja til landsstýrisætlanina nú, vera vit at klára okkum so væl, at eingin tá ivast í at seta krossin fyri fullveldinum. Er tað so livandi galið, at teir rista í brókunum, stúra fyri at vit mennast og fáa víst, at vit klára okkum sjálv. Eingin ræðumynd um neyð og elendig heit. Hvat skulu teir so gera? Ótrúligt, at teir ferð eftir ferð sláa seg sjálvan fast á munnin uttan at látast um vón.
Eitt týðandi val er fyri framman, kalla tað, hvat tú vilt, men vinnur jaið, vilja vit uppliva eitt vár, sum eingir dugir at ímynda sær. Eisini tey hálvivandi verða lættað.
Hetta kann eg prógva við at vísa til, hvat hendi í Noregi í 1905 og í Íslandi í 1944.
Vit sleppa undan hesum æviga kjakinum um Danmark og Føroyar. Hugsi tykkum, um øll henda orkan var brúkt til at byggja eitt gott samfelag við.
Vinnur neiið, mugu vit herða stríðið, meðan hini kunnu seta seg upp afturá.
»Nei í mai«, er nei til várið. Í stríð við sjálvt lívið.