Sum liður í fyrireikingunum til ST-veðurlagsráðstevnuna í desember, hava Innlendismálaráðið, Løgmansskrivstovan og Uttanríkisráðið gjørt eina nýggja heimasíðu við heitinum vedurlag.fo. Landsstýrið arbeiðir miðvíst fyri, at Føroyar gerast partur av nýggju altjóða veðurlagsavtaluni, sum væntandi verður úrslitið av ST-veðurlagssráðstevnuni, COP15, sum verður 7. til 18. desember í Keypmannahavn.
Tískil hava tey ment eina nýggja heimasíðu, har vanligi borgarin kann fylgja við gongdini í arbeiðinum.
Á heimasíðuni www.vedurlag.fo verður kunnað um tilgongdina á veðurlagsøkinum, bæði í Føroyum og í ST høpi. Harafturat geva politikarar, serfrøðingar, vinnulívsfólk og onnur sítt boð uppá, hví og hvussu Føroyar skulu binda seg til nýggju altjóða veðurlagsavtaluna.