Landsstýrið við nýggjari lánsbrævarøð

Landsstýrið gevur út nýggja lánsbrævarøð. Lánsbrøvini verða listað 10. juni 2009 á virðisbrævamarknaðunum í Reykjavík og Keypmannahavn Lánsupphæddin er í navnvirði 1.900 mió krónur, sum við kurs 94,96 svarar til 1.804,2 mió krónur, sigur Landsbankin.

Peningurin verður lutvíst brúktur til at fíggja hall á fíggjarlógini - 500 mió krónur- og lutvíst til at endurfíggja brævalán sum fella til gjaldingar í ár - 1.018 mió krónur. Ein partur - 286 mió ´krónur - verður brúktur til framskundaða afturgjalding av brævlánum.

Lánið er eitt 3-ára standandi lán, sum fellur til gjaldingar 11. juni 2012. Rentan til íleggjarar er 3,808% p.a.

Lántøkan er fyrireikað av Landsbanka Føroya og Nordea Bank, og lánsbrøvini eru seld í Føroyum og uttanlands, sigur Landsbankin.