Nú er liðugt at sita hendur í favn, tykist hugsanin at vera hjá Anniku Olsen, sum er virkandi løgmaður í løtuni. Meðan landsins ovasta leiðsla er uttanlands, fer hon sum virkandi løgmaður at taka ES-málið upp á fundinum hjá landsstýrinum í dag. Tað eru nú seks dagar til ES eftir ætlan fer at samtykja fráboðaðu handilsforðingarnar mótvegis Føroyum.
Á FB-vangamynd síni skrivaði hon í gjárkvøldið soleiðis:
-Tað er umráðandi, at samlaða landsstýrið fær høvi at umrøða hvørjir kostir eru í at velja, og hvussu vit fáa Føroyar best burturúr hesi størstu politisku avbjóðing í nýggjari tíð.
At talan er um eitt álvarsmál, tala tølini fyri útflutning av sild og makreli til og via ES sítt greiða mál. Føroyar seldu sild og makrel til ES marknaðin fyri eina milliard og 150 milliónir krónur í 2012. Harav stava góðar 600 milliónir krónur frá transit-vørum, sum fara gjøgnum ES til aðrar marknaðir, eitt nú í Afrika.
Sum støðan er í løtuni, bendir alt á, at handilsforðingar mótvegis Føroyum verða samtyktar 31. juli og settar í gildi tann 8. august.