Formaður Javnaðarfloksins tekur ikki undir við, at landsstýrið javnan er í sambandi við NATO um møguligt samstarv, tá løgtingið fleiri ferðir hevur samtykt, at vit skulu standa uttan fyri hendan felagsskap.
	? Eg haldi tað beinleiðis vera eina háðan móti tinginum, at løgmaður og landsstýrið venda sær til NATO hóast hesa samtykt og uttan yvirhøvur at viðgera verjupolitisku støðu okkara í løgtinginum, sigur Jóannes Eidesgaard.
Heldur seg til samtyktirnar
Jóannes Eidesgaard heldur seg ikki hava grundarlag at melda nakra greiða støðu út um framtíðar verjupolitikkin hjá Føroyum í einari nýggjari ríkisrættarligari skipan.
	? Sum tingmaður kann eg bert halda meg til tær samtyktir, løgtingið fleiri ferðir hevur gjørt, og tað er at Føroyar skulu vera uttan fyri NATO, sigur Jóannes Eidesgaard.
	Formaður Javnaðarfloksins vísir á, at tingið einki tilfar hevur um verjupolitisku støðu Føroya, somuleiðis sum verjupolitiska støða Føroya í sambandi við eina nýggja ríkisrættarliga skipan als ikki er viðgjørd á tingi.
	Tí ber ikki at meta um, hvørt tað í einari nýggjari ríkisrættarligari støðu er neyðugt at gerast limur í eini verjusamgonu ella ikki, heldur Jóannes Eidesgaard, sum ivast í, um Føroyar longur hava nakran týdning í strategiska netinum hjá NATO.
	Formaður Javnaðarfloksins mælir løgmanni til at kunna tingið og uttanlandsnevndina meira um NATO málið og fáa í lag eitt kjak um hetta, soleiðis at fólkaræðið fær sína ávirkan.











