Tað hevur ikki eydnast, at fáa øll tey ætlaðu lógaruppskotini liðug til tíðina, og tí verður neyðugt at víkja frá tíðarfreistini. Hetta upplýsir Løgmansskrivstovan. Í farnu viku lat landsstýrið Løgtinginum 22 lógaruppskot. Millum lógaruppskotini vóru uppskot um at loyva P/F Skálafjarðatunnilin at gera og reka undirsjóvartunnil, uppskot um at umskipa Búnaðargrunnin og uppskot um broyting í fólkaskúlalógini.
Men tað hevur ikki eydnast landsstýrinum at fáa øll uppskotini liðug innan tíðarfreistina, og tí verður enn einaferð neyðugt hjá landsstýrinum at víkja frá tíðarfreistini.
-Landsstýrisfólkini hava megnað at fáa fleiri týdningarmikil lógaruppskot niðan í tingið í hesi tingsetuni. Útbyggingin av flogvøllinum og Skálafjarðatunnilin hava stóra týdning fyri infrakervið, bæði innanlands og út í heim. Harafturat fara hesar verkætlanir at skapa nógv virksemi í samfelagnum. Umskipanin av Búnaðargrunninum er ein týðandi liður í at menna føroyskan landbúna. Endamálið er at geva grunninum møguleika at veita studning til gransking og nýmenning, og geva festarum møguleika at søkja úr grunninum til virðisøking á festunum. Broytingarnar í fólkaskúlalógini fara at leggja lunnar undir at skipa fólkaskúlan í størri eindir. Tó náddu vit ikki at fáa øll tey ætlaðu lógaruppskotini liðug áðrenn tíðarfreistina, eitt nú lutaíbúðarlógin, men lutaíbúðarlógin verður løgd fyri tingið aftaná ólavsøku, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður, í dag.









