Landsstýrið til samráðingarborðið

- Tað kann ikki vera meiningin, at landsstýrið aftaná skal diktera, hvussu sáttmálin hjá maskinmeistarunum skal vera, tí so skal landsstýrið sjálvt sita við samráðingarborðið, sigur Karsten Hansen úr Tjóðveldisflokkinum

Fyri tveimum árum síðani var tað Karsten Hansen, táverandi landsstýrismaður við fíggjarmálum, sum fyri fyrstu ferð nýtti rættin hjá landsstýrinum at vraka ein sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið.
Hann metti tá, at tann sáttmálin var alt ov gávumildur í síni lønarhækkan, og tað kundi landsstýrið ikki góðtaka.
Karsten Hansen var staddur í Skotlandi, tá vit høvdu hann á tráðnum, og hann kennir tí ikki semingsuppskotið í síni heild.

Skilir avgerðina
- Eg skilji væl avgerðina hjá Bárði Nielsen. Lógin sigur, at soleiðis hanga tingini saman, men hetta er ikki ein haldgóð støða. Tað kann ikki vera meiningin, at landsstýrið hvørja ferð skal diktera, hvussu sáttmálin hjá maskinmeistarunum skal vera. Antin hevur tú samráðingarrætt ella hevur tú ikki, sigur Karsten Hansen, fyrrverandi landsstýrismaður við fíggjarmálum.
- Nú hevur Maskinmeistarafelagið samráðingarrætt uttan at hava hann allíkavæl, sigur Karsten Hansen.
Hann greiðir frá, at tá hann fyri tveimum árum síðani vrakaði ein sáttmála millum SEV og Maskinmeistarafelagið, var orsøkin tann, at talan var um eina alt ov víðgongda lønarhækkan til maskinmeistararnar hjá SEV.