Undir herrópinum »Samstarvið millum politikarar og embætisfólk« er ein stórur partur av embætisfólkunum hjá landsstýrinum savnaður í Kelduni til temadag Klokkan 10 í morgun bjóðaði Marjun Hanusardóttir vælkomin til tey umleið hálvtannaðhundrað embætisfólkini, sum eru møtt til temadag í Kelduni í Skálabotni.
Talan verður um ein heilan dag, har fyrraparturin fer til at hoyra fyrilestrar, meðan tað seinnapartin verður arbeittð í bólkum, har evnini, sum hava verið viðgjørd fyrrapartin verða viðgjørd.
Fyrilestrarnir eru býttir upp í tvey evni:
1: Samstarvið millum politikarar og embætisfólk (yvirskipað)
2: Tagnarskylda, loyalitetur og talufrælsi
Løgmaðurlegði fyri klokkan 10.10 við fyrilestrinum, sum hann nevnir: »Hvat væntar ein politikari sær av sínum embætisfólkum, og hvat kunnu embætisfólk vænta sær av politisku leiðsluni«
Síðani fylgir Tim Knudsen, professari í fyrisiting við fyrilestrinum: »Leiklutur hjá embætisfólki og politikarum« og fyrri partur verður rundaður av við fyrilestri hjá Doris Bjarkhamar og Elin Mortensen, stjórnmálafrøðingar og fyrrverandi næmingar hjá Tim Knudsen: »Leiklutabýtið millum politikarar og embætisfólk í Føroyum«.
Undir tema tvey verða tveir fyrilestrar undir heitinum: »Tagnarskylda, loyalitetur og talufrælsi«. Fyrra heldur Sólja í Ólavstovu, Løgtingsins Umboðsmaður, og hin seinna Øssur Winthereig, redaktøri.