Landsstýrið stuðlar átøk hjá donsku stjórnini í Gaza-stríðnum

- Landsstýrið fegnast um átøkini, sum danska stjórnin higartil hevur framt og mælir til, at Danmark saman við øðrum londum heldur fram við royndunum at fáa partarnar at gevast við áganginum móti hvørjum øðrum, sigur Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri í skrivi til Per Stig Møller, danska uttanríkisráðharran

Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharri, hevur í dag vegna landsstýrið sent hesa yvirlýsing til danska uttanríkisráðharran Per Stig Møller:

Landsstýrið harmast almikið um vanlukkuligu støðuna í Miðeystri, har ið ósek menniskju líða undir vápnaða stríðnum partanna millum. Tað hevur bráðskund at fáa vápnahvíld í Ísrael og Palestina, soleiðis at haldast kann fram við friðartilgongdini, har ið ísraelar og palestinar sínámillum viðurkenna rættin hvør hjá øðrum at vera til, og at skipa fyri, at fólkini bæði kunnu liva í friðarligari samtilveru lið um lið í tveimum ríkjum.

Landsstýrið fegnast um átøkini, sum danska stjórnin higartil hevur framt og mælir til, at Danmark saman við øðrum londum heldur fram við royndunum at fáa partarnar at gevast við áganginum móti hvørjum øðrum.