Landsstýrið strikar tunlarnar

Bæði undirsjóvartunnilin til Sandoynna og tunlarnir norður um Fjall eru strikaðir í fíggjarlógaruppskotinum, sum fer niðan í tingið í morgin. Líkt er til hart stríð í Fíggjarnevndini

Hósdagin 29. november var veitsludagur í Sandoynni. Fýrverk, floytandi bilar og hundraðtals fólk høvdu leitað sær oman á keiina at taka ímóti teimum báðum tinglimunum úr oynni, Gerhardi Lognberg úr Javnaðarflokkinum og Pálli á Reynatúgvu úr Tjóðveldi.

Orsøkin til veitslurómin var, at løgtingið sama dag hevði samtykt at gera fast samband millum Gomlurætt á Streymoynni og Traðardal á Sandoynni við 24 atkvøðum fyri, tveimum blonkum og tveimum ímóti. 



Fólkaflokkurin tapt

Men knøpp tvey ár seinni sær svart út. Keldur í samgonguni vátta, at bæði undirsjóvartunnilin til Sandoynna og tunlarnir norður um Fjall, sum ganga úr Klaksvík til Árnafjarðar og av Árnafirðum til Norðtoftir, eru strikaðir í ársins fíggjarlógaruppskotið, sum landsstýrismaðurin í fíggjarmálum, Jóannes Eidesgaard, skal bera niðan í tingið fyrsta dagin. Sjálvur hevur fíggjarmálaráðharrin onga viðmerking, fyrr enn uppskotið verður lagt fram í næstu viku.

Sum skilst hava tunlarnir verið ein snúningsdepil í telvingunum millum landsstýrisfólkini seinastu dagarnar. Og sambært keldum í samgonguni hava Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin tvíhildið um, at samgongan ikki hevur ráð til hesar báðar íløgurnar á komandi fíggjarlóg. Fólkaflokkurin hevur harafturímóti strongt á fyri at fáa pening játtaðan til tunlarnar, men hann hevur ikki fingið sítt ynski ígjøgnum.

Í komandi fíggjarári er talan einans um nakrar fáar milliónir krónur at spara, men samanlagt kosta hesar báðar verkætlanir omanfyri eina milliard, sum landskassin kann spara í 2011 og 2012, um samgongan sleppir ætlanunum um tunlarnar. 



Brot á samgonguskjalið

Fyrr í vikuni søgdu bæði Javnaðarflokkurin og Fólkaflokkurin, at útspælið hjá Sambandsflokkinum um at prístalsregulera blokkin var í stríð við samgonguskjalið og kundi tí ikki gjøgnumførast. Men trupult verður at sameina orðingarnar í samgonguskjalinum um Sandoyartunnilin við tað fíggjarlógaruppskot, sum nú fer niðan í tingið. Um undirsjóvartunnilin til Sandoynna stendur soleiðis í samgonguskjalinum: “Arbeitt verður víðari við verkætlanini at gera fast samband um Skopunarfjørð herundir við at finna fíggingarleist. Tá liðugt er at gjalda til Norðoyatunnilin næsta ár, verður samsvarandi árlig upphædd flutt til Sandoyartunnilin, og farið verður í gongd í 2011”. 



Einki er avgreitt

Men einki er liðugt, fyrr enn alt er liðugt. Sum til ber at lesa um aðrastaðni í blaðnum vátta fleiri tinglimir, at samskiftið millum tinglimir og landsstýrisfólk hevur verið lítið og einki. Samgongutinglimirnir úr Norðoyggjum Jákup Mikkelsen, Anfinn Kallsberg og Bjørn Kalsø vilja allir hava tunlarnar norður um Fjall á ársins fíggjarlóg. Og Gerhard Lognberg lovar sum vera man at kempa til tað seinasta fyri undirsjóvartunlinum til Sandoynna.

Tí er líkt til hart stríð í løgtinginum og ikki minst í Fíggjarnevndini, tá landsstýrismaðurin hevur handað tinginum uppskotið. Seinnu árini hevur fíggjarlógaruppskotið verið fyri ovurstórum broytingum undir viðgerðini í løgtinginum, og tí er slagið um tunlarnar ikki avgreitt, fyrr enn fíggjarlógin endaliga skal samtykkjast við árslok í 2009.

Sambært keldum í samgonguni hevur Fólkaflokkurin tapt fyrsta umfar í telvingini um tunlarnar. Men Fíggjarnevndin hevur ein formann við navninum Anfinn Kallsberg, sum í mong ár hevur havt tunlarnar norður um Fjall sum sítt hjartabarn. Og hann hevur áður víst, hvussu man fær sítt ígjøgnum.