Landsstýrið stendur ikki saman um Hans Paula Strøm

Eftir at landsstýrismaðurin Hans Pauli Strøm setti eina ráðstevnu fyri samkynd í Norðurlandahúsinum, hevur starvsbróðir hansara, Jógvan á Lakjuni, átalað og tikið frástøðu frá, at umboð fyri Landsstýrið taka lut í slíkum virksemi.
- Eg eri sannførdur um, at tað verður tjóð okkara til vanlagnu, at myndugleikar landsins stuðla uppundir at góðtaka homoseksuellan levnað sum nakað natúrligt, sigur Jógvan á Lakjuni í lesarabrævi í dag. Javnaðartingmaðurin, Gerhard Lognberg, finst eisini at avgerðini hjá Hans Paula Strøm at seta ráðstevnuna í Norðurlandahúsinum

SAMKYND


Eftir at landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm úr Javnaðarflokkinum, mánamorgunin setti ráðstevnuna hjá felagsskapinum ANSO, hevur ein annar landsstýrismaður, Jógvan á Lakjuni úr Fólkaflokkinum, sum umsitur mentamál, harðliga funnist at Hans Paula Strøm.
Í lesarabrævi í blaðnum í dag sigur Jógvan á Lakjuni m.a., at hann harmast stórliga um og tekur frástøðu frá, at umboð fyri Føroya Landsstýri, ið Jógvan á Lakjuni sjálvur er partur av, setur ráðstevnu hjá teimum homoseksuellu.
Harafturat sigur mentamálaráðharrin seg vera sannførdan um, at tað verður tjóð okkara til vanlagnu, at myndugleikar landsins stuðla uppundir at góðtaka homoseksuellan levnað sum nakað natúrligt.
Týsmorgunin var landsstýrisfundur, og spurdur, um Jógvan á Lakjuni fór at taka hetta málið upp á hesum fundi, svaraði mentamálaráðharrin, at hann møguliga fór at nevna tað.
Jógvan á Lakjuni sigur við Sosialin, at hann hevur boðað Hans Paula Strøm frá sínum sjónarmiðum, og at hann eisini greiddi Jóannesi Eidesgaard frá síni meining, tá løgmaður helt røðu í Grasagarði á fundi hjá Friðarboganum á ólavsøku í fjør.
Spurdur, um Jógvan á Lakjuni sum mentamálaráðharri fer at gera nakað við, at Norðurlandahúsið sum mentanarstovnur leggur hús til virksemið hjá ANSO, sigur landsstýrismaðurin, at tað fær hann einki gjørt við.
-        Men eg harmist um, at Norðurlandahúsið er við, sigur Jógvan á Lakjuni.
 
Samkynd ljóðar fitt og undarligt
 
Í augustmánaði í fjør avgjørdi Edmund Joensen, tingformaður, at tingfólk ikki skuldu brúka orðið kynvillingur í tinginum, tí hann metti hetta orðið at vera niðrandi. Hann heitti tí á tinglimir um heldur at kalla hendan samfelagsbólk samkynd.
Í lesarabrævi í Sosialinum í gjár, fanst ein lesari, at hesum orðinum, og spurdur, hví Jógvan á Lakjuni í sínum brævi heldur velur at brúka altjóða orðið homosexuell enn samkynd, svarar landsstýrismaðurin:
- Samkynd ljóðar so fitt og undarligt, eins og hinskynd næstan ljóðar ónatúrligt. Men kann altíð diskutera eitt orð!
Tað er tó ikki bara Jógvan á Lakjuni, sum finst at Hans Paula Strøm. Ein onnur rødd, sum finst at Hans Paula Strøm, er røddin hjá Gerhardi Lognberg, sum er partamaður hjá Hans Paula Strøm. Javnaðartingamaðurin boðar eins og Jógvan á Lakjuni í lesarabrævi í dag frá, at hann tekur ikki undir við, at Hans Pauli Strøm sýnir samkyndum sín stuðul.
Í samrøðu við Sosialin í gjár segði Høgni Hoydal, formaður í størsta andstøðuflokkinum, Tjóðveldisflokkinum, setanarrøðuna hjá Hans Paula Strøm vera frágerða góða.