Hesum boðar landsstýrið frá í dag. Landsstýrið sigur segvera til reiðar at brúka onnur amboð, um ein versnandi smittustøða krevur tað.
– Tað er sera týdningarmikið at hava í huga, at tað er atferðin hjá tí einstaka, sum er avgerandi fyri at fyribyrgja smittuútbreiðslu, skrivar landsstýrið.
Høvuðstilmælini eru:
- Ferðist ikki til onnur lond uttan so, at tað er alneyðugt.
- Eftir komu frá útlondum eiga ferðafólk at fara beint í heimauppihald, til tey hava fingið negativt úrslit av kanningini sætta dag.
- Verið í størstan mun bara saman við teimum nærmastu og teimum, sum tú plagar at vera saman við. Avmarkið talið av sosialum sambondum.
- Haldið tykkum frá at savnast í óskipaðum bólkum við fleiri enn 20 fólkum.
- Haldið tveir metrar frástøðu í almenna rúminum.










