Sakarmál
Landsstýrið noyðist í rættin einaferð afturat at verja seg ímóti ákærum frá trimum kommunum um ognartøku.
Tað eru Sjóvar-Gjáar og Kirkjubøar Kommuna sum hava stevnt landsstýrinum fyri at hava tikið pening úr kommunala kreppulánsgrunninum at hjálpa teimum ringast støddu kommununum við.
Í Føroya Rætti varð landsstýrið fríkent herfyri.
Men nú hava tær tríggjar kommunurnar gjørt av at skjóta málið inn fyri landsrættin, sigur Eivind Jacobsen, borgarstjóri í Sjóvar Kommunu.
Tær tríggjar kommunurnar hava stevnt landsstýrið tí at tað hevur tikið pening úr kommunala veðhaldsgrunninum til at betala skuld hjá teimum ringast støddu kommununum við, uttan at kommunurnar hava góðkent tað frammanundan.
Tilsamans hava hesar komununurnar stevnt landsstýrið eftir umleið 1,5 millión, sum er teirra partur av upphæddini, sum varð brúkt úr grunninum at betala skuld hjá teimum ringast støddu kommununum við.
Tá ið tað kom uppá tal at brúka pening úr kommunala kreppulánsgrunninum at hjálpa teimum ringast støddu kommununum við, bað Landsstýrið kommunurnar váttað, at tær góðtóku tað.
Men tað vóru meiri enn helmingurin av kommununum, sum ikki vildu vátta, at tær góðtóku hetta stigið hjá landsstýrinum.
Kortini helt landsstýrið fram við ætlanini og brúkti pengarnar úr grunninum. Tí eru tað fleiri kommunur sum meta, at tað var ognartøka, tá ið landsstýrið tók peningin kortini, hóast kommunurnar ikki vildu góðtaka tað.
Sostatt gjørdu tær tríggjar kommunurnar, Sjóvar- Gjáar og Kirkjubøðar kommuna av at stevna landsstýrinum eftir teirra parti av pengunum, sum varð brúktur úr grunninum.
Fleiri aðrar kommunur, sum heldur ikki vildi geva sítt samtykki, hava eisini boðað frá, at fáa hesar tríggjar kommunurnar viðhald, fara tær eisini at krevja sín part av pengunum aftur.
Avleiðing av kreppuni
Føroya Rættur var ikki samdur við kommunurnar og tí hann fríkendi landsstýrið.
Rætturin metti, at inntrivið hjá landsstýrinum varð gjørt við atliti at støðuni í samfelagnum, so at eisini tær ringast støddu kommunurnar kundu verða førar fyri at røkja sínar skyldur.
Sostatt metti rætturin, at hetta var ein avleiðing av kreppuni í Føroyum fyrst í nítiárunum.
Rætturin dømdi eisini tær tríggjar kommunurnar at rinda sakarmálsútreiðslurnar upp á 60.000 krónur.
Eivind Jacobsen sigur, at tær tríggjar kommunurnar góðtaka ikki, at støðan í samfelagnum kann verða orsøk til, at Landsstýrið brúkar pening úr kommunala kreppulánsgrunninum ímóti viljanum hjá kommunununum.
? Bara tí at ein er fátækur ber ikki til at taka pening frá øðrum.
Men tær tríggjar kommunurnar halda heldur ikki, at støðan í samfelagnum var so ring, tá ið peningurin varð tikin úr grunninum.
? Grunnurin varð stovnaður mitt í kreppuni, men tað var ikki fyrrenn í 2000, at peningurin var tikin úr grunninum at betala skuldina hjá nøkrum kommunum við, sum ikki kláraðu seg, og tá var støðan í samfelagnum góð.
Hann sigur, at tí meta kommunurnar framvegis, at talan er um ognartøku og tær fara nú at vita um tær duga betri at føra síni sjónarmið fram fyri landsrættinum enn fyri Føroya Rætti.
?Tað hevur eisini týdning at fáa málið ígjøgnum alla rættarskipanina fyri at fáa endaliga avgjørt, hvat er galdandi á økinum.
Eivind Jacobsen vísur á at tað stendur framvegis peningur í grunninum .
Og nú tað bendir á, at búskaparliga gongdin er við at venda, so verður kanska restin tikin eisini, sigur hann.