Mánadagin fer landsstýrið at viðgera fíggjarkarmarnar komandi ár, og landsstýrisfólkini skulu koma við boðum upp á, hvørjir almennir stovnar kunnu leggjast saman. Mánadagin fer ABC-landsstýrið at gera enn eina roynd at nærkast í ósemjuni um fíggjarkarmarnar fyri komandi árini.
Landsstýrisfundur verður mánadagin, og tá skulu fíggjarkarmar og reformar innan kommunur, skúlaøkið, almanna- og heilsuverkið og fiskivinnuna viðgerast.
Landsstýrisfólkini skulu greiða frá hvørjar ítøkiligar rationaliseringar kunnu fremjast innan hesi øki í inniverandi ári, og hvat hesar rationaliseringar kunnu geva í sparingum og merkja fyri tænastustøðið.
Landsstýrisfólkini skulu somuleiðis koma við boðum uppá hvørjir almennir stovnar við fyrimuni kunnu leggjast saman innan teirra málsøki, og hvussu størri og sterkari fyrisitingarligar eindir kunnu skipast kring landið.
Landsstýrisfólkini skulu leggja hesar metingar fyri fíggjarnevndina, og tær skulu verða partur av viðgerðini av fíggjarkarmunum fyri komandi fimm árini.
- Skulu vit fremja størri sparingar, skulu ætlaðu reformarnir hjá samgonguni setast í verk. Tað er ábyrgdarleyst at halda á fram at klípa og skarva av játtanum við plenuklipparanum. Og tað er skilaleyst, um tað almenna í hesum døgum fer at fremja hópuppsagnir, sum knúsa vælferðartænastur og senda sjokkbylgjur gjøgnum alt samfelagið, sigur Kaj Leo Johannesen, løgmaður.










