Landsstýrið skal sópa fyri egnum durum

Heldur enn at leggja so harðliga eftir kommunum áttu landsstýrismenninir at brúkt nøkur av sínum egnum vápnum, um teir veruliga vilja tálma búskaparligu gongdini, sigur Rósa Samuelsen, forkvinna í Føroya Kommunufelag

Seinastu dagarnar hava ákærurnar skolað niður yvir kommunurnar, tí hesar eru farnar undir eitt ósunt og skilaleyst íløguvirksemi, sum tikið hevur verið til. Skotið verður upp, at landsstýrið í størri mun skal inn at stýra kommununum. Hetta hevur fingið ilt í Føroya Kommunufelag, sum nú talar at og heitir á landsstýrismenninir um at hyggja at sínum egnu møguleikum at tálma búskapargongdini, heldur enn at ákæra kommunurnar fyri vanrøkt.
- Vit røkja bara okkara skyldur út frá givnum kørmum, sigur Rósa Samuelsen. Og hon vísir á, at um hugt verður nærri at, hvar íløgurnar fella, so er tó trupult at síggja, hví hesar íløgur ikki skulu gerast.
- Íløguvirksemið í eini kommunu er í nógv størri mun tengt at búskaparvøkstrinum, enn íløguvirksemið hjá landinum er. Kommunurnar virka innanfyri teir karmar, hægstu myndugleikar landsins hava stungið út í kortið. Hvørki meira ella minni. Tí tykist løgið, at landsstýrismaðurin við fleiri leggja so harðliga eftir kommununum, sigur forkvinnan í Føroya Kommunufelag.
 
Menna samfelagið
Hon heldur tað vera trupult at síggja, hví íløgurnar ikki skulu gerast.
- Vit hava eitt uppgávubýti, ið ásetur okkara uppgávur. Eitt nú innan barnaansing, skúlaútbygging, útstykking og vegagerð, bróðurparturin á eldraøkinum og útbyggingar av kloakkskipanum og vatnveiting, sigur Rósa Samuelsen. Og hon staðfestir, at hetta eru øki, ið komandi árini fara at fylla meginpartin av íløgunum hjá kommununum.
- So ella so eru tær allar við at menna samfelagið og skapa fortreytir fyri, at føroyska samfelagið framyvir kann mennast og hava ein vøkstur búskaparliga eins væl og trivnaðarliga, og fleiri teirra eru beinleiðis avleiddar av lógarásettum krøvum, sigur hon og tekur eitt nú Leirvík fram sum dømi.
- Skal Leirvík til dømis siga nei til økta eftirspurningin, eftir at Norðoyartunnilin er latin upp? Og skal Gøta siga nei takk til eina handilsmiðstøð, ið kemur at geva fleiri enn 100 arbeiðspláss í kommununi? Við einum slíkum hugburði hevði øll menning í kommununum og harvið eisini landinum steðgað upp, sigur hon.
 
Vendi skjútsinum
Og Rósa Samuelsen heitir á landsstýrismenninar um, heldur enn at leggja so harðliga eftir kommunum, at brúkt nøkur av sínum egnum vápnum, um teir veruliga vilja tálma gongdini. Hon reksar upp øki, sum landið heldur átti at savnað seg um. Eitt nú at tað framvegis verður latin rentustuðul til øll sethúsalán (ið bert hækka og hækka), hóast hetta hevur eina beinleiðis ávirkan á kostnaðarstøðið. At handverkarar uttanlands framvegis fáa sersømdir, hóast hendur mangla til arbeiðis í Føroyum. At skattalætti verður latin, hóast allar búskaparligar teoriir meta skattalætta í góðum tíðum sum eina óneyðuga stimbran av búskapinum. At byggingar og útbyggingar av ikki færri enn fimm av átta miðnámsskúlum eru settar í gongd, hóast tørvur er á handverkarum. At í Løgtingið í tíðarskeiðinum 2006-2008 hevur samtykt at brúka 51 milliónir til útbyggingar á eldraøkinum og at hetta helst gevur útbyggingar fyri væl oman fyri 200 milliónir samanlagt.
 
Myndatekstur:
Rósa Samuelsen reksar upp øki, sum landið heldur átti at savnað seg um.