Landsstýrið skal leggja eina greiða ætlan fyri tey næstu 10 árini

Tað eru tvær treytir, sum eru avgerandi fyri av álvara at fáa gongd á matframleiðslu á útoyggj

Nú skal landsstýrið gera eina greiða ætlan fyri, hvussu landbúnaðurin skal mennast hesi næstu tíggju árini. Tað er Vinnunevndin hjá Løgtinginum samd um.

Løgtingið viðger eitt uppskot frá Høgna Hoydal og Bjørt Samuelsen úr Tjóðveldi um at leggja eina greiða menningarætlan fyri landbúnaðin í Føroyum.

Og tað eru bæði andstøðan og samgongan samd um. Vinnunevndin sigur, at skal rættilig gongd fáast á landbúnaðin á útoyggj, eru tað serliga tvær treytir, sum eru avgerðandi.

Onnur treytin er, at tað má verða bíligari og smidligari at at fáa landbúnaðarvørur av útoyggj. Hin treytin er, at útoyggjafólk fáa atgongd til ta fruktagóðu jørðina, sum í dag liggur óbrúkt.

Tey staðfesta, at tað er stórur áhugi føroyskum landbúnaðarvørum, men at tað er avgerandi, at tað verður lættari at sleppa av við hana, og at tey, sum vilja fara undir landbúnað, sleppa fram at jørðini, sum annars liggur óbrúkt.

Annars heitir ein samd Vinnunevnd á Løgtingið um at samtykkja, at Landsstýrið skal orða ein landbúnaðarpolitikk við ítøkiligum, og verueikakendum, málum, har dentur verður lagdur á at menna ein landbúnað, sum er burðardyggur fyri bæði bø og haga.

Men tað skal eisini vera ein partur av hesum, at framleiðslukrøv verða sett til festarar.

Tey halda, at í hesum sambandi skal serligur dentur leggjast á:

– Størri framleiðsla av mjólk og mjólkarúrdráttum

– Meira velting og framleiðsla av fóðri við høgum føðsluvirði

– Munandi størri framleiðsla av eplum og øðrum grønmeti

– Betri útbúgvingarmøguleikar

Vinnunevndin heldur, at endamálið eigur at vera, at landbúnaðarpolitikkurin skal verða grundarlagið undir eini vinnuligari menning í landbúnaðinum. Somueleiðis eigur endamálið at vera at gera okkum sjálvbjargin við grønmeti og ymsum øðrum landbúnaðarvørum.

Men tey halda eisini, at tað hevur skund at fáa eina lendisnýtslulóg, so jørðin, ið er best egnað til gras og hoyggj, og matframleiðslu, verður sett av til tað, og ikki verður tikin til onnur endamál.