Landsstýrið skal kanna evruna

Meirilutin í Uttanlandsnevndini mælir til at kanna fortreytirnar og neyðugu fyrireikingarnar, ið skulu til, fyri at Føroyar kunnu nýta evruna sum gjaldoyra.

Uttanlandsnevndin hevur á fundi í gjár skrivað álit í løgtingsmáli um at taka upp samráðingar um treytir fyri evru sum føroyskt gjaldoyra. Tjóðveldi og Sjálvsstýrisflokkurin løgdu uppskotið fyri Tingið fyrr í summar.

Meirilutin, sum eru John Johannessen, Edmund Joensen, Poul Michelsen, Jógvan á Lakjuni, Kári P. Højgaard og Høgni Hoydal, viðmerkir, at undir viðgerðini hava allir innkallaðir partar víst á, at áðrenn farið verður undir møguligar samráðingar um evru sum føroyskt gjaldoyra, tørvar okkum neyðugt greiningararbeiði at taka støðu út frá.

Tí mælir meirilutin til at samtyktin verður orðað soleiðis, at Løgtingið heitir á Landsstýrið um at kanna og leggja frágreiðing fyri Løgtingið um fortreytirnar og neyðugu fyrireikingarnar, ið skulu til, fyri at Føroyar kunnu nýta evru sum føroyskt gjaldoyra. Frágreiðingin eigur at greina allar fyrimunir og vansar við atliti til innlendis- og altjóða viðurskifti.

Karsten Hansen, sum er minnilutin, mælir frá at samtykkja uppskotið, tá tað í verandi løtu ongar ætlanir eru um at Føroyar skulu søkja um limaskap í evrusamstarvinum, og mælir tí til at spara peningin, sum kanningararbeiðið kostar.

Hetta ger hann vísandi til, at fyri fáum árum síðani lá stórur partur av almennu umsitingini lamin, tí politiski myndugleikin hevði sett starvsfólk í hópatali at gera sonevndu 2015 visjónsætlanina.

Hann staðfestir, at tá henda var liðug, og har var nógv gott útgreinað og skrivað, visti eingin, hvat kostnaðarmiklu avrikini skuldu brúkast til.