- Kapping má koma í loftferðsluna og sjóvegis flutningin millum Føroya og útlandið, og landsstýrið eigur at taka seg aftur sum partaeigari í Atlantic Airways og Smyril Line.
Tað segði Edmund Joensen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, við Kringvarp Føroya í gjár.
Um Føroyar skulu fáa fólkavøkstur og búskaparvøkstur, so er millum annað neyðugt at gera tað bíligari og betri at ferðast til og úr Føroyum, heldur hann.
- Brúkarin hevur ongan góðan í løtuni, og hann stendur uttan verju mótvegis alt ov høgum ferðakostnaði. Orsøkin er, at landsstýrið situr báðumegin borðið, segði Edmund Joensen, Sambandsflokkurin.