Landsstýrið sinnað at stuðla privatari skálafjarðarsigling

-Vit kunnu stuðla einari privatari skálafjarðarsigling, men so verður einki busssamband. Tá verður peningurin fyri busssambandið nýttur at stuðla siglingini, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður í samferðslumálum.

Í leygardagsblaðnum vistu vit at siga, at fólk við Skálafjørðin høvdu heitt á Palla Lamhauge um at fáa skjóttgangandi bát hansara, Silju, í sigling millum Havnina og Skálafjørðin. Palli Lamhauge metti í somu grein, at ein slík sigling fór at gerast ov kostnaðarmikil, og fór tískil ikki at bera seg.

Hóast hetta, kunnu fólk kring Skálafjørðin, ið hava brent fyri sjóvegis sambandi við høvuðsstaðin, nú frøast. Nú røkist nevniliga fyri, at farast kann undir skálafjarðarsigling á privatum hondum við almennum stuðli.


Einki í vegin at stuðla

Vit fingu í gjár fatur á Finnboga Arge, ið metir, at í grundini er einki í vegin fyri at stuðla einari privatari skálafjarðarsigling.

- Eg haldi, at landið kann vera við í tann mun, ið busssambandið kostar, men so má bussambandið steðga, sigur Finnbogi Arge, ið metir, at tað er líkamikið, um landsstýrið rindar pening til Strandfaraskip Landsins ella onkran annan. Hann sigur, at tað týdningarmesta sjálvandi er, at ruturnar verða røktar.

- Eg má tó enn einaferð leggja dent á, at verður aftur sjóvegis samband, so steðga vit busssambandinum. Tað ber ikki til at hava bæði, sigur Finnbogi Arge.


Hvat vilja eysturoyingar?

Finnbogi Arge sigur, at tað er týdningarmikið at finna útav, hvat samband meirilutin av eysturoyingum ynskja. Hann sigur, at hann metir, at tað finnast nógvir eysturoyingar, ið eru glaðir fyri bussambandið, og tískil ynskja at varveita tað.

- Eg vænti, at vandi er fyri, at vit fáa ein bólk, ið ynskir sjóvegis samband fram um busssamband og ein bólk, ið ynskir busssamband fram um sjóvegis samband, sigur landsstýrismaðurin.

- Niðurstøðan er, at vit eru sinnaðir at stuðla einari privatari skálafjarðarsigling, men málið má viðgerast neyvt fyrst, so vit sleppa undan ósemju, sigur Finnbogi Arge, ið hevur kunnað tingmennirnar í Eysturoynni um sjónarmið síni viðvíkjandi skálafjarðarsiglingini.


Kunnu vænta avlýsingar

Sjálvt um nú er greitt, at landsstýrið er sinnað at stuðla sigling millum Skálafjørðin og Havnina, hevur Palli Lamhauge ikki tikið støðu til, um hann skal seta skjóttgangandi bát sín, Silju, í hesa sigling. Tó væntar hann ikki, at ein slík sigling hevði verið nóg álítandi. Hann heldur, at fleiri avlýsingar høvdu komið fyri í ringum veðri, orsakað av, at báturin er so lítil. Men hann vísir ikki møguleikanum at røkja skálafjarðarsigling aftur.