Landsstýrið setur orku av til orku

Á kinesiskum hevur orðið “kreppa” 2 tekin – tað eina teknið merkir vandi, hitt teknið merkir møguleikar

Tað eru serliga tvær kreppur, ið herja kring heimin í dag, tann eina er ein búskaparkreppa, ið er farin sum ein farsót kring allan heimin, og hin kreppan er veðurlagsbroytingarnar. Vit kunnu velja tað kinverska vandatekni, sum í politiskum høpi vildi verið ein rættiliga restriktivur og lokaður politikkur, ella vit kunnu velja kinverska teknið, ið merkir møguleikar og traðka fram og vísa dirvi til at royna nakað nýtt og øðrvísi, sum kann førka okkara samfelag yvir í ein reinorkubúskap.

 

Munurin millum búskaparkreppuna og veðurlagskreppuna er, at veðurlagskreppan ikki er ein farsót, ið fyrr ella seinni hasar av, veðurlagskreppan kann, um hon ikki verður handfarin við skynsemi og djørvum politiskum avgerðum, vísa seg at vera hin ringasta farsóttin, har ongin heilivágur ella vaksina finst fyri at lekja hana. Vit hava tíverri havt ein heldur skeivan hugburð, tá ið tað kemur til at taka altjóða skyldur á okkum. Vit hava verið heimsmeistarar í umberingum við, at vit eru ov smá, og tað, sum vit gera á veðurlagsøkinum als ikki ger nakran mun. Tað er fyrst og fremst hendan hugburðin, ið vit skulu leggja afturum okkum, tí hesin hugburður er samstundis orsøkin til, at vit als ikki hava førka okkum eitt vet í umhvørvis- og orkupolitikkinum heldur enn á øðrum økjum.

 

Tað eru glottar at síggja, og gleðiligt er tað at hoyra okkara ungdóm tosa um CO2 útlat, og hvussu nógv hetta ella hitt viðførir av CO 2 útláti. Eisini er tað at fegnast um, at fleiri og fleiri føroyingar eru farnir at menna nýggja grøna orku, ið byggir á varandi orkukeldur, og at føroyingar sum heild eru farnir at hugsa um at leggja um frá fossilum brennievni til grøna orku.

 

 

Tíðin er komin til at taka annað skinn um bak og taka møguleikarnar við at førka okkara samfelag yvir í ein reinorkubúskap, ið bæði tænir umhvørvinum, vinnuni, fiskivinnuni og búskapinum sum heild. Vit hava verið í einari oljukreppu, og alt bendir á, at nýggj oljukreppa er ávegis. Tað er ongin ivi um, at tey samfeløg, ið megna at leggja sín orkutørv um frá fossilsum brennievni til reina orku, eru tey samfeløg, sum fara at standa seg vinnuliga og búskaparliga ímillum heimsins tjóðir. Vit skulu ikki verða eftirbátur, men taka føraratroyggjuna uppá. Vit hava allar náttúrugivnar fortreytir fyri at menna okkara orku við vindi, vatni, sjóvarfalli, alduorku, vind- og vatn pumuskipanum og sólarorku, og er tað tískil onki meiri nátúrligt enn, at vit brúka hesar møguleikar. Vinnumálaráðharrin, ið umsitur elveitingarlógina hevur stórar ætlanir á hesum øki.

 

Uppskot til samtyktar í heyst

Landsstýrið viðger í løtuni, hvussu stórur niðurskurðurin skal verða í CO2 útlátinum, sum verður grundarlag fyri einum uppskoti til samtyktar í heyst. Hetta uppskotið skal somuleiðis vera okkara íkast til nýggju veðurlagsavtaluna í Keypmannahavn í desembur. Tað hevur stóran týdning, at vit seta okkum høg, men realistisk mál. Landsstýrið ynskir, at veðurlagsspurningurin verður kjølfestur í vinnuni, fiskivinnuni, millum brúkarar, elveitarar v.m., sum somuleiðis kann slóða fyri einari breiðari politiskari semju á Løgtingi.

 

Nýggj byggilóg skal minka um oljunýtlsuna

Sum landsstýriskvinna í veðurlagsmálum havi eg saman við LV sett í verk arbeiði at smíða eina byggilóg, ið m.a. inniheldur reglur um bjálving og tætting av bygningum, tí útrokningar vísa, at vit skjótt og lætt kunnu minka útlátið av vakstrarhúsgassum við at bjálva, tetta og umvæla sethús og bygningar. Vert er at hava í huga, at sethús, stovnar og bygningar annars standa fyri 17% av samlaða útlátinum.

 

Krøv skulu setast til nýtslu av hitapumpum, ketlum og eftirlit av sama. Ketlarnir í dag hava í mongum føri bert 60 % virknað, og tískil er hetta ein “skjótt syftur seiður”, ið kann minka um orkunýtsluna og harvið CO 2 útlátið hjá vanliga sethúsarhaldinum. Ætlanin er, at stuðulslánini úr umskipaða húsalánsgrunninum eisini skulu umfata stuðul til hitapumpur og nýggjari oljufýrar. Útskifting av gomlum óvirknum ketlum kann viðføra 3% minking í samlaða CO2 útlátinum umframt at einstaka húsarhaldið kann fáa eina sparing í orkunýtsluni ímillum 20-30%, sum svarar til umleið 8.000 kr um árið.

 

Tað almenna rindar 21 mió. kr í oljuútreiðslum. Her skulu krøv setast til eina skynsama og skilagóða orku og umhvørvisstýring, sum umframt at tæna umhvørvinum eisini er skilagott fyri fíggjarliga raksturin.

 

Pendlaraportalar og fleiri fjarhitaskipanir

Sum landsstýriskvinna í samferðslumálum fari eg at mæla til at gera fleiri pendlaraportalar kring landið fyri at styrkja um kollektivu samferðsluna, sum harvið minkar um vanligu bilaferðsluna. Nú farið verður undir Skálafjarðartunnulin, skulu møguleikarnir kannast fyri at leggja ein fjarhitakaðal frá Streymoynni inn í Eysturoynna, soleiðis at vit alsamt fáa fleiri húsarhald og stovnar knýttir at einum fjarhitakervi. Tá farið verður undir ytra ringveg í Havn skulu atlit takast til ein fjarhitakaðal, ið umframt kann hita privat sethús, eisini kann hita stóru skúlaætlanina á Marknagili, Landssjúkrahúsið v.m.

 

Føroyar sum royndarland

SEV og Dong hava gjørt samstarvsavtalu um, at Føroyar kunnu gerast royndarøki fyri menning av nýggjari grønari tøkni m.a. elbilar. Hetta er eitt stórt framstig, sum er kærkomið. Sum eitt lítið land við stuttari frástøðu millum bygdir, er Føroyar eitt upplagt øki til at nýta nýggjar skipanir við eitt nú elbilum. El-bilar kunnu í dag koyra umleið 150 km pr løðing, og er tað tískil ikki nøkur landafrøðilig forðing fyri, at vit skjótt kunnu menna eitt elbilakervið í Føroyum. Longu nú eru elrikin akfør undantikin skrásetingargjaldi. Itøkiligt uppskot er komið frá javnartingmanninum John Johannesen um at hava ein el-/vetnis bus, ið skal røkja flogrutana millum Vágar og Tórshavn, eitt kærkomið uppskot, ið skal fáa politiska vælvild. Tílíkar skipanir koma avgjørt at seta eina positiva ljósvørpu á Føroyar sum eina umhvørvisvinarliga tjóð. At hugsa um umhvørvi gevur okkum peningin fleirfaldað aftur í jaligari umtalu úti í heimi, sum tænir okkara útflutningsvinnu, umframt at vit gera okkum óheft av oljuni og svingandi oljuprísum, ið er ein hóttan ímóti okkara búskapi.