Á skránni vóru arbeiðstilgongd og skipan í sambandi við veðurlags- og umhvørvisátøk og luttøka á veðurlagsráðstevnuni í Keypmannahavn, COP15, sum verður 7. til 18. desember í ár.
Løgmansskrivstovan sigur, at landsstýrið er samt um, at andstøðan, vinnan og aðrir áhugabólkar eiga at taka lut í tilgongdini. Ætlanin er at skipa ein politiskan fylgjubólk við framsøgufólkum úr øllum flokkunum og ein COP15 fylgjubólk við umboðum úr vinnuni, granskingarumhvørvinum og øðrum áhugabólkum. Ætlanin er, at bólkarnir skulu verða mannaðir í næstu viku. ??
Ein verkætlanarbólkur við umboðum úr Uttanríkisráðnum og Løgmansskrivstovuni fyrireikar í løtuni føroysku luttøkuna á COP15 og kannar, hvørjar møguleikar Føroyar hava at gerast partur av altjóða sáttmálum um niðurskurð í útláti av veðurlagsgassum.
Í desember lat verkætlanbólkurin undir Innlendismálaráðnum frágreiðingina »Skjótt syftir seiðir og tunga takið«, ið lýsir uppskot til virkisætlan og tiltøk at minka um føroyska CO2-útlátið. Frágreiðingin verður í løtuni viðgjørd í teimum einstøku aðalráðunum og um miðjan mars skulu landsstýrisfólkini koma við einari greining av, hvørji tiltøk kunnu setast í verk innan teirra málsøki, sigur løgmansskrivstovan.