Landsstýrið setir gongd á útlendingamálið

Fundur hevur verið við arbeiðarafeløgini í gjár um at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða og mánadagin verður málið til viðgerðar í landsstýrinum

Landsstýrið hevur av álvara tikið upp aftur spurningin um at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða.

Tað upplýsti Heðin Zachariasen, nýtilnevndur landsstýrismaður, á landsfundi Fólkafloksins í gjár.

Beinanvegin, hann varð tilnevndir landsstýrismaður seinnapartin í gjár, boðaði hann frá, at spurningurin um at fáa útlendingar til Føroyar at arbeiða fyri at fáa loyst trotið á arbeiðsmegi, verður eitt av hansara høvuðsmálum hesa stuttu tíð, hann verður í landsstýrinum.

Men landsstýrið hevur havt gongd í málinum og í gjáramorgunin var fundur í landsstýrinum um málið, har eisini umboð fyri arbeiðarafeløgini vóru umboðað.

Hinvegin legði hann afturat, at málið verður eisini á skrá á landsstýrisfundi mánadagin.

Fólkaflokkurin er sannførdur um, at hetta er eitt hitt størsti trupulleikin ísamfelagnum, tí trotið á arbeiðsmegi beinleiðis forðar fyri búskaparligari menning tí vinnan fær ikki arbeitt.

Heðin Zachariassen vildi tó ikki siga nakað um, hvussu hann kundi hugsað sær, at útlendingamálið verðrur loyst.

At sagt nakað um málið nú, kundi órógva málið og tað vildi hann ikki.