Landsstýrið sendur hjálp til Grønlands

Landsstýrið letur tvær milliónir í vanlukkhjálp til Grønlands eftir flóðalduna í gjár

 

 

Landsstýrið hevur nú gjørt av at senda tvær milliónir krónur í vanlukkuhjálp til Grønlands eftir flóðalduna í gjár, sum hevur havt tað avleiðing, at fólk hava verið noydd at fara frá húsi og heimi

 

Løgmaður hevur í dag verið í sambandi við Kim Kielsen, landsstýrisformann, og boða honum frá um hjálpina úr Føroyum.

 

Í telefonsamrøðu við grønlendska landsstýrisformannin bar eg fram, vegna Føroya fólk, okkara samhuga við grønlendska fólkinum í hesari sváru støðu, sigur løgmaður í eini fráboðan beint nú.

 

Eg boðaði Kim Kielsen frá, at vit alt fyri eitt eru til reiðar at hjálpa við tveimum milliónum krónum og grønlendski landsstýrisformaðurin takkaði fyri.

 

– Tað er mín vón, at okkara íkast kann gera ein mun í Grønlandi, sigur Aksel V. Johannesen, løgmaður.