Landsstýrið samtykt anlegslógina

Anlegslógin fór fríggjadagin tann 26. november niðan í Tingið, og ein av fyrstu døgunum verður hon løgd fram til 1. viðgerð. Um henda háttin at fara undir størri projekt, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður í samferðslumálum, at við hesum partafelagsforminum fáa vit møguleika at fremja projekt, sum ikki rúmast á fíggjarlógini, og her verður bæði hugsað um Vágatunnilin og eisini tunnilin um Leirvíksfjørð

Tað tók sína tíð at fáa uppskotið til anleggslógina viðvíkjandi Vágatunnlinum aftur frá hoyringini í samgonguflokkunum, men fríggjadagin tann 26. november 1999 fekk so landsstýrið endaliga samtykt lógina, og sama dag varð uppskotið so borið niðan í Tingið av Finnboga Arge, landsstýrismanni í samferðslumálum, har tað skal liggja í 72 tímar, áðrenn tað fær komið til 1. viðgerð. Fyrsta viðgerð av hesi týðandi lóg verður so ein av fyrstu døgunum.


Pf. Vágatunnilin

Tað er Pf. Vágatunnilin sum kemur at standa fyri øllum projektinum, men avtala er gjørd millum Pf. Vágatunnilin, Vinnumálastýrið og Landsverksfrøðingin, at Landsverkfrøðingurin skal standa fyri vegagerðini í sambandi við Vágatunnilin.

Í anleggslógini standa fleiri greinir, og fyrsta grein sigur sambært Finnboga Arge, samferðsluráðharra, at endamálið við lógini er at skapa neyðugar fortreytir fyri útvegan av føstum sambandi um Vestmannasund. Onnur grein sigur, at Pf. Vágatunnilin fær rættin til tunnilsgerðina, ognarrættin og landsstýrið skal endaliga góðkenna tunnilsverkætlanina. Tá útveganarkostnaðurin er fult afturgoldin, verður alt anleggið uttan viðurlag avhendað landinum til ognar. Grein trý er viðvíkjandi teimum árligu 20 milliónunum, sum setast skulu av á fíggjarlógini, tilsamans 160 milliónir krónur.


Fylgibólkur

Anleggslógin heimilar eisini Pf. Vágatunnlinum nýtslugjald, ognartøku í sambandi við vegagerðina, skattalig viðurskifti hjá tunnlinum, eftiransing, tá ið setast skal ein sonevndur fylgibólkur at fylgja við arbeiðinum, so sum mest av vitan um tunnilsgerð av hesum slagi verður verandi í landinum.

Hesin fylgibólkur er ikki mannaður enn, men nú tá ið anleggslógin kemur til viðgerðar og verður góðtikin skal hesin fylgibólkur mannast, so neyvt samstarv er millum allar partar í hesum arbeiði at fáa fast samband um Vestmannasund.


Fyrimynd

Í viðmerking við Sosialin um henda hátt at seta á stovn partafelag at taka sær av hesum projekti, sigur Finnbogi Arge, landsstýrismaður í samferðslumálum, at við hesum partafelagsforminum fáa vit møguleika at fremja projekt, sum ikki rúmast á fíggjarlógini, og her verður bæði hugsað um Vágatunnilin og eisini tunnilin um Leirvíksfjørð.

Og tað er einki at ivast í, at gongst arbeiðið við Vágatunnlinum eftir vild og ongar óneyðugar forðingar støkka upp, verður mikið skjótari at fara undir tunnilin um Leirvíksfjørð.