Landsstýrið niðurger Løgtingið

Landsstýrisfólk niðurgera Løgtingið við ikki at møta á tingfundi, heldur Finnur Helmsdal, løgtingsmaður -Eg havi lítlan og ongan hug at gera nakað við hesi málini, sum eru til viðgerðar, tí viðkomandi landsstýrisfólk er ikki her. Hetta er niðurgering og líkasæla, segði Finnur Helmsdal, tá Løgtingið seinnapartin fór undir at viðgera tvey uppskot hjá landsstýrinum.

Hann vísti á, at undir viðgerðunum hava tinglimir ofta ymiskt at spyrja viðkomandi landsstýrisfólk um, men tað ber ikki til, tá landsstýrisfólkið ikki er í tingsalinum.

-Mær kunnugt hava vit átta landsstýrisfólk, men ofta hava vit einki ella kanska eitt fólk á fremstu røð her í salinum, segði Funnur Helmsdal.

Hann fekk undirtøku frá Kaj Leo Johannesen úr Sambandsflokkinum, sum segði tað vera ein trupulleika, at landsstýrisfólk ikki eru á tingfundi ella koma ov seint. Kaj Leo Johannesen segði, at undanfarna samgonga hevði sama trupulleika.