Landsstýrið má steðga Edmundi Joensen

Formaðurin í Tjóðveldið krevur, at landsstýrið steðgar Edmundi Joensen og Sambandsflokkinum, sum sambært flokkinum undirgrava vilja Løgtingsins í spurninginum um EFTA og ES Høgni Hoydal hevur sent Kaj Leo Johannesen, løgmanni og Jørgen Niclasen, uttanríkisráðharra soljóðandi bræv:

Edmund Joensen og Sambandsflokkurin hava kallað til tíðindafundar í morgun, har boðað verður frá, at teir hava fundast við ein ES-kommisér um føroyskan limaskap í ES sum partur av Danmark. Edmund Joensen er næstformaður í Uttanlandsnevnd Løgtingsins fyri samgonguna.

Sum formaður í størsta flokki á tingi og limur í Uttanlandsnevnd Løgtingsins fari eg hervið at krevja, at løgmaður og uttanríkisráðharrin beinanvegin ? í dag ? svara hesum spurningum alment og taka neyðugar avleiðingar.

1. Hava vit tveir løgmenn og tveir uttanríkisráðharrar í Føroyum? Hava vit Kaj Leo Johannesen og Jørgin Niclasen øðrumegin ? og so Edmund Joensen og Sambandsflokkin hinumegin?

2. Hvør hevur givið Edmundi Joensen og Sambandsflokkinum heimild at spæla hazard við framtíðini hjá føroyska fólkinum við at samskifta við ES-kommiserar um føroyskan ES-limaskap og at senda almennar fráboðanir út um hetta til umheimin ? og harvið at undirgrava tær ætlanir og avgerðir, sum Uttanríkisráðið og Uttanlandsnevnd Løgtingsins hava lagt sambært demokratiskum mannagongdum?

3. Hvørji stig fara løgmaður og Uttanríkisráðharrin at taka til tess at steðga hesum og bøta tann skaða og ta undirgraving av arbeiðinum hjá Uttanríkisráðnum og Føroya Løgtingi, sum Edmund Joensen og Sambandsflokkurin longu hava framt við sínum fráboðanum, sum sjálvsagt verða lisnar av øllum teimum, vit skulu samráðast við?