Um Stóra Bretland velur at fara úr Evropeiska Samveldinum, so fer tað at føra til nakað av órógvi og spurningum. Tað er Marita Rasmussen, stjóri í Vinnuhúsinum, ikki eina løtu í iva um.
- Eg veit ikki, um tað er møguligt at nevna nakrar beinleiðis fyrimunir ella vansar fyri føroyskt vinnulív, um Bretland fer úr ES. Men tað verður nakað av órógvi í vinnulívinum, tí tað skapar eina rúgvu av ivamálum, ið greiða má fáast á, sigur Marita Rasmussen.
Óvissa hevur valdað um hvørjar búskaparligu avleiðingarnar verða, um Bretland fer úr ES. Júst óvissan metir Marita Rasmussen, er eitt tekin um, at tað er trupult hjá vinnulívinum at fyrihalda seg framtíðina.
- Fer Bretland heilt úr, varðveita teir okkurt slag av samband við ES ella verður talan um eina langa skiftistíð? Eingin veit við vissu, hvussu man skal fyrihalda seg til eitt Bretland uttanfyri ES, sigur stjórin í Vinnuhúsinum.
Søguligt gott samstarv
Um so er, at Bretland meldar seg úr ES, so væntar Marita Rasmussen, at bretar fara hava úr at gera við at skipa seg sjálvar av nýggjum, umframt at tað eru ein rúgva av altjóða handilsavtalum, ið mugu endurnýggjast.
- Man skal minnast til, at Føroyar og Bretland søguliga hava havt eitt gott handilssamstarv, so tað er einki, ið talar fyri, at tað ikki ber til at gera eina góða handilssáttmála við Bretland, ið kanska umfatar fleiri vørur enn hon, ið er við ES, sigur Marita Rasmussen og heldur fram.
- Men bretar fara at hava nógv at gera, og tað er neyvan sannlíkt, at vit sleppa fyrst framat, tí tað eru nógvir aðrir marknaðir, ið bretar hava størri tørv á.
Áheitanin má vera klár
Oddakvinnan fyri føroyska vinnulívið leggur dent á, at hóast handilssambondini hava verið góð millum Bretland og Føroyar, so er tað neyðugt, at politikararnir og uttanríkistænastan gera sín part, nú støðan við okkara grannaland kann broytast.
- Vit mugu fyrireika okkum og hugsa um næsta leik. Atkvøðan verður fyrsta dagin og í Føroyum má man fyrireika seg á diplomatiskum støði. Tað vil siga at hava samband við tey røttu fólkini á teimum røttu støðunum, og tað vænti eg, at sendistovan í London hevur, sigur Marita Rasmussen, ið leggur afturat.
- Eg kundi eisini hugsa mær, at landsstýrið ger skjótt av og hevur eina áheitan klára til bretskar myndugleikar so skjótt úrslitið er greitt. Tað er týdningarmikið, at vit ikki lena okkum afturá og enda aftast í eini bíðirøð. Tí tann bíðirøðin verður væntandi long við londum, ið ynskja at samráðast, sigur Marita Rasmussen at enda.
Hendan greinin var fyrstu ferð at lesa í Vikuskiftis Sosialinum 17-06-2016.










