Einki uppskot verður lagt fyri tingið í hesi tingsetuni, sum loyvir P/F Skálafjarðartunlinum at fara undir tunnilsarbeiðið, so greið vóru boðini frá Bjørt Samuelsen, sum ístaðin fer at kanna aðrar møguleikar.
Besta samfelagsverkætlanin í Føroyum, er sprottin fram sum ein privat, lokal verkætlan, ið hevur til endamáls at binda báðar armarnar á Skálafjørðinum saman, og síðani at knýta Skálafjørðin við Suðurstreymoy.
Nú “rænir” landsstýrið verkætlanina frá tí privata, og gerð tað til eina almenna íløtu, sum landskassin veðheldur fyri, tí nú skal Skálafjarðartunnilin brúkast til at gjalda Sandoyartunnilin við, og harvið áleggur landsstýrið brúkarunum av Skálafjarðartunlinum ein serstakan eykaskatt.
Men í ringasta føri kunnu ætlanirnar hjá landsstýrinum viðføra, at hvørki Skálafjarðartunnulin ella Sandoyartunnilin blíva gjørdir.
Útrokningar vísa, at Skálafjarðartunnilin kann spara samfelagnum tvær mió. krónur um vikuna í minni orkunýtslu og tíðarsparing. Hesar tvær milliónirnar kostar tað samfelagnum fyri hvørja viku, sum prosjektið verður seinkað.
Undanfarna landsstýri legði stóran dent á at privatisera almenn partafeløg, meðan hetta landsstýrið ger beint tað øvugta. Nú verður so ein 100 % privat verkætlan “rænd” frá teimum, sum eiga hugskotið alt sum tað er, og flutt til tað almenna, og hetta kemur at hava ein stóran negativa ávirkan á tað privata initiativið í framtíðini.
Tað sær eisini út til, at nú tá tað almenna hevur gjørt av at “ræna” prosjektið frá initiativtakarunum, hendir ikki meira. Einki uppskot kemur í tingið, og eingin upphædd verður avsett á fíggjarlógini í 2008 til endamálið.
Og hvussu verður við Sandoyartunlinum, sum løgtingið hevur samtykt skal byrja í nov. 2009? Eru neyðugar milliónir avsettar á fíggjarlógini til henda tunnil, ella verður Skálafjarðartunnilin nú misbrúktur til at fora fyri, at Sandoyartunnilin verður gjørdur? Tí fíggjarliga er øllum greitt, at tað almenna kann ikki gera báðar tunlarnar í senn.
Loysnin er sera einkul, lat tað privata felagið gera og reka Skálafjarðartunnilin, inntil hann verður latin tí almenna fyri einki um eini 30 ár, og lat eitt alment partafelag gera Sandoyartunnilin, eftir sama leisti sum Vága- og Norðoyartunnilin.
Tá uppskotið til samtyktar um at fyrireika fast samband millum Skálafjørðin og Suðurstreymoy (løgtingsmál nr. 79/2006) var til viðgerðar í tinginum, skrivaðu umboð Tjóðveldisfloksins, Tórbjørn Jacobsen og Heidi Petersen, í álitið, at “soleiðis, sum raðfestingarnar eftir øllum at døma verða frameftir í menning av føroyskum undirstøðukervi, er lítið væntandi, at hendan farleiðin verður veruleiki tey næstu tjúgu árini, um so er, at fasthildið verður, at hon er partur av almennari raðfesting, har ið alment fæ skal nýtast til at gjalda íløguna við. Út frá hesum mæltu tey frá at lata alment partafelag gera íløguna og tey mæltu somuleiðis frá at íløgan bleiv fíggjað við árligari játtan á fíggjarlógini”.
Men nú sær út til at Tjóðveldi hevur broytt politikk á hesum øki, hóast samgonguskjalið sigur soleiðis um íverksetan: “Virkisfús fólk við góðum hugskotum og ætlanum verða stuðlað soleiðis, at leiðin frá hugskoti til veruleika verður lættari at ganga.”
Hóast orð og gerðir ikki vísa seg at samsvara í løtuni, vóni eg at Løgtingið fastheldur, at tað privata felagið fær loyvi at gera Skálafjarðartunnilin, og at tíðarætlanin fyri gerð at Sandoyartunlinum kemur at halda.









