Landsstýrið lagt kolvetnisskattalógina fyri løgtingið

-Enn ber ikki til at vita á nakran hátt, um leiting fer at geva fundir, sum tað loysir seg at framleiða. Í besta føri kunnu framtíðar skattainntøkur gerast rættiliga stórar, tó kunnu hesar somuleiðis verða lítlar og ongar. Hóast kolvetnisskattalógin kemur í gildi í ár,. so verða skattainntøkurnar helst rættiliga avmarkaðar av væntaðum forkanningar- og leitingarvirkseminum í tí tíðarskeiðinum, sum er eftir av hesum ári sigur landsstýrið m.a. í viðmerkingunum til uppskotið til kolvetnislóg, sum varð lagt fyri tingið í farnu viku

Millum uppskotini, sum vórðu framløgd á tingi fríggjadagin, var eisini kolvetnisskattalógin. Tað var Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri, sum vegna landsstýrið legði fram uppskot til løgtingslóg um at skatta inntøkur frá kolvetnisvirksemi.

Undir hesa lóg kemur skatting av inntøkum av øllum sløgum í sambandi við at forkanna, leita eftir og framleiðslu av kolvetni og av virksemi, knýtt at hesum, millum annað at leggja rørleiðingar, útgerðartænastu og flyta framleidd kolvetni við skipum ella í rørleiðingum, tá ið inntøkurnar eru vunnar við at útinna slíkt virksemi, ella arbeiðið er gjørt:

1. í Føroyum, millum annað í føroyskum land- og sjóøki og føroyskum meginlandsstøði;

2. í øðrum landi, millum annað í tess sjóøki og meginlandsstøði, soleiðis sum hetta viðvíkir kolvetni í einum øki, ið kemur undir nr. 1, og í øðrum landi, um so er, at kolvetnisframleiðsla heilt ella lutvíst er undir føroyskum myndugleika sambært avtal við tílíkt annað land;

3. í øðrum økjum enn teimum, ið nevnd eru í nr. 1, hvat viðvíkir at flyta kolvetni í rørleiðingum, tá ið kolvetni eru framleidd í einum øki, ið kemur undir nr. 1 ella nr. 2, tá skattingin er tilskilað Føroyum sambært avtalu við annað land.


Skynsam skatting

Í viðmerkingunum verður m.a. sagt. at endamálið við lógaruppskotinum er at skapa grundarlag undir skynsamari skatting av inntøku frá leiting og framleiðslu av kolvetni (oljulindir, jarðgass og dropagass (kondensat)) í føroyskumøki, millum annað í sjóøki og meginlandsstøði.

Í løtuni er nógv virksemi við at leita eftir og framleiða kolvetni í Norðsjónum og vestan fyri Hetland. Farnu árini eru skattaskipanirnar í Danmørk, Noregi og Bretlandi broyttar meira og minni, og hetta avmyndar m.a. skiftandi vánirnar fyri inntøku av at framleiða kolvetni. Menningin hevur skift ímillum at vaksa og minka skattin.

Skotið verður upp, at inntøka av kolvetnisframleiðslu verður gjørd upp óheft av inntøku, ið stavar frá øðrum virksemi. Uppskotið hevur eisini í sær reglur, sum tryggja, at Føroyar kunnu skatta inntøkur í sambandi við leiting og framleiðslu, hóast inntøkan eftir vanligum reglum um skattskyldu ikki hevði verið skattskyldug í Føroyum. Í hvønn mun víðkaða skattskyldan kann fáast ígjøgnum, er tó treytað av teimum avmarkingum, sum feldar eru niður í teir tvískattasáttmálar, sum Føroyar hava gjørt.

Lógaruppskotið fær gildi 19. februar 1999, og er galdandi fyri inntøkur, vunnar henda dag og eftir henda dag.

Karsten Hansen, fíggjarmálaráðharri vísti undir framløguni av uppskotinum á, at tað í løtuni verður arbeitt við sjálvstøðugum lógaruppskoti, sum hevur serligar reglur um álíkning, innkrevjing, eftirlit og annað. Hann vísti síðani á, at uppskotið um at skatta inntøku í sambandi við kolvetnisframleiðslu hevur tvey endamál: Reglur um skattskyldu, sum eru í vanligu skattalóggávuni, hava ikki beinleiðis við sær skattskyldu fyri vinnuligt frálandsvirksemi. Við hesum uppskoti verður sligið fast, at vinnuligt virksemi í sambandi við kolvetnisframleiðslu (undir tí eisini forkanningar og leitingar) kemur undir skatt, hóast talan er um frálandsvinnu.

Í aðru syftu skal ein kolvetnisskattalóg verða við til at áseta alt skattastigið fyri sjálvt virksemið í sambandi við at framleiða og selja kolvetni. Endaliga skattastigið má kortini ásetast við støði í nógvum øðrum viðurskiftum, sum ikki eru endaliga greidd enn.Tí má verða gjørt greitt, at við lógaruppskotinum er støða ikki endaliga tikin til, á hvørjum stigi heildarskattingin skal vera vísti landsstýrismaðurin á.


Føroya fólk eigur kolvetnistilfeingi

Víðari stendur í viðmerkingunum at tað er heilt greitt, at Føroya fólk eigur kolvetnistilfeingið í føroysku undirgrundini, og tað at brúka slíkt náttúrugivið tilfeingi kann hava óvanliga stórar inntøkur við sær. Í summum førum verðurtað tí rímiligt at leggja størri skatt á slíkt virksemi enn á vinnuvirksemi annars. Sum kunnugt hava summi lond eisini ymsan serskatt á kolvetnisframleiðslu.

Hetta uppskot ásetir sum útgangsstøði bara skatt, ið samsvarar við vanligan felagsskatt. Seinni - men framman undan fyrsta útbjóðingarumfari - verður støða tikin til, um eisini er tørvur á og møguleiki fyri at seta ein serskatt inn í skattalóggávuna.

Jarðfrøðiligu metingarnar undantiknar, er skattastigið at rokna millum eitt av týdningarmestu viðurskiftunum, ið oljufeløgini hugsa um, áðrenn avgerð verður tikin um at søkja um loyvi í føroyskum øki.

Ásetti skatturin í skattalóggávuni má í hesum sambandi síggjast í samanhangi við fleiri onnur viðurskifti. Støðutakan til ein møguligan serskatt stendur óloysiliga saman við teimum krøvum, sum annars verða sett oljufeløgum, tá ið loyvir verða latin, sum til dømis møgulig nýtslugjøld (royalty), møguliga borin luttøka hjá landsoljufelagi, arbeiðsskyldur og annað. Búskaparliga byrðan frá heildarkrøvunum skal verða sammett við metingarnar av útlitunum í útbjóðaðu økjunum, og í hesum sambandi er neyðugt, at oljuleiting kring Føroyar vísir seg at vera kappingarfør við íløgumøguleikar, ið eru at finna aðrastaðni. Við øðrum orðum skal heildarprísurin á "vøruni" verða borin saman við, hvussu góð "vøran" er, men eisini við prís/góðsku á "vørunum", sum verða bjóðaðar út av øðrum londum, ið bjóða oljufeløgum at gera oljuleitingar verður sagt í viðmerkingunum.


Kunnu koma við øðrum lógum

Landsstýrið hevur gjørt rættiliga nógv burtur úr viðmerkingunum til tær ymsu greinarnar í uppskotinum. Annars vísir landssstýrið á, at tað er vitandi um, at hetta uppskotið hevur við sær, at skattlig viðurskifti í verandi skattalóggávu kanska eiga at broytast. Aftrat hesum kemur, at í uppskotinum er støða ikki tikin til, hvussu spurningurin viðvíkjandi avtøkukostnaðinum skal verða loystur skattliga. Lagt verður tó aftrat, at arbeitt verður við hesum trupulleikum, og har tað verður hildið neyðugt, verður lógaruppskot lagt fram undan fyrsta útbjóðingarumfari.

Greitt verður síðani frá um høvuðsmálini í uppskotinum og er eisini eitt yvirlit yvir líknandi skattlig viðurskifti í fleiri av okkara grannalondum.


Inntøkur og fyrisiting

Landsstýrið sigur annars í viðmerkingunum til lógaruppskotið, at tað í løtuni ikki ber til at gera nakra meiningsfulla meting av stødd á framtíðar inntøkum í sambandi við inntøkuskatting eftir hesum lógaruppskoti.

Umráðandi er at hava í huga, at enn er ongin dagfesting á fyrsta útbjóðingarumfari, og frammanundan ber ikki til at vita, hvussu stórur áhugin er fyri at leita í føroyskum øki, tá ið møguleikar verða til tess. Treytað av nógvum viðurskiftum - av hesum ráða Føroyar bert fyri einstøkum, kann áhugin liggja ímillum antin at verða rættiliga avmarkaður ella at verða stórur.

Enn ber ikki til at vita á nakran hátt, um leiting fer at geva fundir (olju- ella gassfelt, blaðm.), sum tað loysir seg at framleiða. Í besta føri kunnu framtíðar skattainntøkur gerast rættiliga stórar, tó kunnu hesar somuleiðis verða lítlar og ongar. Hóast kolvetnisskattalógin kemur í gildi í ár,. so verða skattainntøkurnar helst rættiliga avmarkaðar av væntaðum forkanningar- og leitingarvirkseminum í tí tíðarskeiðinum, sum er eftir av hesum ári.

At enda verður víst á, at útreiðslur í sambandi við fyrisiting av kolvetnislógini verða eisini avmarkaðar, áðrenn ein verulig leiting og møgulig framleiðsla verður byrjað. Tað er umráðandi ikki at byggja upp eina stóra umsiting, í kanska slettir ikki verður brúk fyri. Tó er ein ávís fyrisiting sett í verk, og málið er at hava eina dugnaliga (tó avmarkaða) fyrisiting, sum eftir rímuliga stutta freist skal kunna byggjast upp til at umsita álíkning og eftirlit við einum stórum virksemi, skuldi tað verið neyðugt.